2410.09 - Føroyar í 21. øld: Politiskar avbjóðingar - Masterstig í Stjórnmálafrøði


Skeiðsnummar
2410.09
Heiti
Føroyar í 21. øld: Politiskar avbjóðingar - Masterstig í Stjórnmálafrøði
ECTS
10
Endamál
Nakrar at teimum størstu avbjóðingunum fyri Føroyar koma sum rák uttanífrá. Endamálið við skeiðnum er at varpa ljós á nakrar altjóða broytingar, og hvussu hesar broytingar verða ástøðiliga tulkaðar. Serliga verður hugt at, hvat hesar broytingar kunnu fara at merkja fyri Føroyar. Nakrar at teimum størstu avbjóðingunum fyri Føroyar koma sum rák uttanífrá. Endamálið við skeiðnum er at varpa ljós á nakrar altjóða broytingar, og hvussu hesar broytingar verða ástøðiliga tulkaðar. Serliga verður hugt at, hvat hesar broytingar kunnu fara at merkja fyri Føroyar. Nakrar at teimum størstu avbjóðingunum fyri Føroyar koma sum rák uttanífrá. Endamálið við skeiðnum er at varpa ljós á nakrar altjóða broytingar, og hvussu hesar broytingar verða ástøðiliga tulkaðar. Serliga verður hugt at, hvat hesar broytingar kunnu fara at merkja fyri Føroyar.
Innihald
Evni, sum verða umrødd, eru m.a. fíggjarkreppan, trygdarpolitikkur, politisk tiltøk í sambandi við veðurlagsbroytingar, Útnorðurlondini og ES, røkt og brúk av fiskistovnum, vinnuligar broytingar og bygnaðarbroytingar í almennari umsiting.
Læru- og undirvísingarhættir
6 seminar á 2 dagar um ávís evni, við framløgum frá lærarum og gestafyrilestrahaldarum. At enda verður próvtøkuseminar, har tey lesandi leggja fram.
Próvtøkuháttur
Innlatingaruppgáva, sum verður mett av lærara og uttanseturs próvdómara.. Framløga av evninum fyri próvdómara, lærarum og hinum lesandi. Próvtalið verður ein samlað meting av skrivliga og munnliga avrikinum.
Ábyrgd
Beinta í Jákupsstovu