2027.13 - Smátjóðir í danska kongaríkinum


Skeiðsnummar
2027.13
Heiti
Smátjóðir í danska kongaríkinum
ECTS
10
Fortreytir
Tey lesandi skulu hava miðnámsútbúgving ella samsvarandi førleika.
Endamál
At veita teimum lesandi grundleggjandi kunnleika til søguna hjá teimum smátjóðum, sum eru ella hava verið partur av danska ríkinum, við serligum atliti at søguni hjá londunum í Útnorðri. Tey lesandi skulu: • hava eina breiða fatan av, hvussu søgurnar hjá einstøku smátjóðunum hanga saman • vera før fyri at orða grundleggjandi samanberandi spurningar, sum kunnu lata upp fyri nýggjum sjónarmiðum. • sjálvstøðugt megna at víðka um sjónarringin og ogna sær nýggja vitan um evnið. Skeiðið vendir sær eisini til fólk, sum hava almennan áhuga í søgu.
Innihald
Tey lesandi fáa í gjøgnum skeiðið breiðan kunnleika til Danmark sum hjálandaveldi, umframt vitan um grundleggjandi søguna hjá teimum smátjóðunum, sum vóru partur av ognum Danmarkar handan hav. Dentur verður lagdur á at geva teimum lesandi kunnleika til dygdargóðar fakligar bókmentir um evnið, umframt førleikar til at miðla hesa vitan til onnur.
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið er 30 tímar. Undirvísingin verður skipað sum fyrilestrar, framløgur og kjak. Skeiðið verður skipað í tveir høvuðspartar. Studentarnir skulu hvør sær ella í bólkum velja sær eitt evni og orða ein spurdóm at skriva uppgávu um. Í tí sambandi skulu studentarnir eisini leggja spurdómarnar fram til kjaks við hinar studentarnar
Læruúrtøka
Tá skeiðið er liðugt, skulu tey lesandi kunna: • greiða frá grundleggjandi søgugongdini hjá londunum í Útnorðri. • duga at síggja samanhangir millum fyribrigdi í søguni hjá teimum ymisku smátjóðunum. • greiða frá grundleggjandi hugtøkum, sum verða brúkt í kolonalismugransking • meta um, hvørja ávirkan tilknýtið til danska ríkið hevur havt á smátjóðirnar. Sjálvstøðugt megna at leggja fram og viðgera eitt ávíst evni og við samanberandi háttalag fáa nýggj sjónarmið fram.
Próvtøkuháttur
Próvtøkan er ein umleið 15 síður long individuel ritgerð um eitt sjónarmið ella evni, sum undirvísarin góðkennir. Tey lesandi skulu prógva, at tey megna at gera eina samanberandi greining við støði í teimum málum, ið eru nevnd undir læruúrtøka/Learning outcomes. Fyri at standa próvtøkuna skal tann lesandi frammanundan hava hildið eina munnliga framløgu, umframt opponera móti framløguni hjá einum av studentunum, sum hann lesur saman við.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Lestrarlisti
Umleið 1.000-1.500 s. Pensum: Agnarsdóttir, Anna: The Danish Empire: The Special Case of Iceland Augustesen, Rasmus & Krister Hansen 2011: Det moderne Grønland – fra koloni til selvstyre, Frydenlund 2011 Brimnes, Niels: Dansk kolonihistorie mellem historievidenskab og antropologi – et forslag til metode. S. 101- 118 í Den Jyske Historiker nr. 60 – juni 1992. Jensen, Lars 2012: Danmark – Rigsfællesskab, tropekolonier og den postkoloniale arv, Roskilde 2012 Joensen, Jóan Pauli: Betydningen af den fælles koloniale fortid for nutidens fællesskab mellem Grønland, Island og Færøerne Manniche, Jens Chr.: Den store og den lille kolonialisme – Grønlands kolonihistorie i internationalt lys? Manniche, Jens Chr.: Sprogbeherskelse og Herskersprog - om sprog og kolonialisme i Grønland i 1800-tallet Muhle, Carl Adolf 1835: Om Emancipationen af Færøerne og Grønland, Tórshavn 1970 Skydsbjerg, Henrik 1999: Grønland – 20 år med hjemmestyre – en samtidshistorie om Grønlands udvikling under hjemmestyret, Forlaget Atuagkat 1999 Sørensen, Axel Kjær 1983: Danmark-Grønland i det 20. århundrede – en historisk oversigt, Viborg 1983 Thór et.al. 2012: Naboer i Nordatlanten, Tórshavn 2012 West, Hallbera og Maria Amalia Heinesen: Kilder til Færøernes og Grønlands Historie, Tórshavn 2004 + keldutilfar, ið verður úthent so hvørt.
Ábyrgd
Erling Isholm