2361.12 - Arkivkunnleiki


Skeiðsnummar
2361.12
Heiti
Arkivkunnleiki
ECTS
10
Fortreytir
Tey lesandi skulu hava miðnámsútbúgving ella samsvarandi førleika
Endamál
At veita teimum lesandi almennan kunnleika um skjalasøvn og tann týdning, sum tey hava fyri samfelag, kunnleika og gransking Tey lesandi skulu: • kenna viðkomandi lógir og meginreglur undir skjalasavninum • fáa vitan um tilfar, sum verður savnað á skjalasavninum/søvnum • læra at finna fram heimildartilfar á skjalasøvnum • fáa innleiðing til ástøðiliga grundarlagið undir skjalasøvnum • læra at lesa og gagnnýta heimildartilfar á skjalasøvnum Skeiðið vendur sær eisini til onnur, sum hava áhuga fyri ella tørv á at vita nakað um skjalasøvn, teirra týdning og hvussu tey kunnu gagnnýtast
Innihald
Tey lesandi skulu gjøgnum innleiðslu í lógargrundarlag, ítøkiligar venjingar og ástøðiliga grundarlagið undir almennum skjalasavnsvirksemi, ogna sær grundleggjandi vitan um tann samfelagsliga týdning, sum skjalasøvn hava, umframt læra at leita fram og nýta heimildartilfar á skjalasøvnum
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin fer fram sum fyrilestrar og venjingar, herundir venjing í at lesa gamla skrift. Roknað verður við umleið 10 dupulttímar og 5 dupultímar til venjingar. Í skeiðstíðini skulu studentarnir loysa eitt ávíst tal av uppgávum eftir avgerð vegleiðaranna og við vegleiðing teirra
Læruúrtøka
Tá skeiðið er liðugt skulu tey lesandi kunna: • skilja lógargrundarlagið undir almennum skjalasøvnum • greiða frá høvuðsuppgávum og -virksemi hjá skjalasøvnum • meta um tann týdning, sum skjalasøvn hava fyri ymisk samfelagslig viðurskifti • finna fram, lesa og meta um ítøkiligt heimildartilfar á skjalasavninum • gagnnýta heimildartilfar á skjalasavninum til at loysa ítøkiligar søguvísindaligar uppgávur
Próvtøkuháttur
Próvtøkan er skrivlig 5-tíma bundin uppgáva, sum verður mett uttanseturs Tey lesandi skulu prógva, at tey megna at handfara heimildartilfar á almennum skjalasøvnum við støði í teimum málum, sum eru nevnd undir læruúrtøka/learning outcomes
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Lestrarlisti
Pensum er umleið 500 síður, sum verður góðkent av undirvísaranum, ið er Søvn Landsins v/Lenu Nolsøe.
Ábyrgd
Hans Andrias Sølvará