Skriva út

Hjánám í søgu

Subsidiary Subject Studies in History
  • Lestrartíð 1½ ár
  • Deild Søgu- og samfelagsdeildin
  • Tal á Lesandi Uml. 10
  • ECTS 90
  • Lestrargjald (Fulltíðarlestur) Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum o.ø. Norðurlondum
  • Lestrargjald (Stakgreinir) 200 DKK/ECTS

Endamál

Endamálið við útbúgvingini er m.a. at útbúgva tey lesandi í at vera lærarar í miðnámsskúlum.

Hjánám í søgu eigur at geva teimum lesandi vitan og innlit í føroyska og alheims søgu og søguvísindalig háttaløg.

Bygnaður

Tey fimm kravdu skeiðini eru hesi og eitt valfrítt skeið:

Samfelagslig ella hugvísindalig høvuðsgrein:

Ikki samfelagslig ella hugvísindalig høvuðsgrein:

 

Grundskeið í søguvísindaligum háttaløgum (10 ECTS)

Grundskeið í søguvísindaligum háttaløgum (10 ECTS)

 

Føroysk nýtíðarsøga (10 ECTS).

Um tú hevur hetta skeið:

Arkivkunnleiki,

Evnisøki ella

Valfak

Føroysk nýtíðarsøga (10 ECTS).

Um tú hevur hetta skeið:

Arkivkunnleiki,

Evnisøki ella

Valfak

 

Nýtíðar heimssøga (10 ECTS)

Nýtíðar heimssøga (10 ECTS)

 

Eldri heimssøga (10 ECTS)

Eldri heimssøga (10 ECTS)

 

Eldri føroysk søga (10 ECTS)

Eldri føroysk søga (10 ECTS)

 

Valfrí skeið (10 ECTS):

Arkivkunnleiki,

Evnisøki ella

Valfak

Valfrí skeið (10 ECTS):

Arkivkunnleiki,

Evnisøki ella

Valfak

 

 

Vísindaástøði (10 ECTS)

 

 

 

Afturat hesum skeiðum koma 30 ECTS í valfríum skeiðum á MA-stigi.

Skipan av útbúgvingini

Hjánám í søgu krevur 60 ECTS á bachelorstigi og 30 ECTS á masterstigi. Um høvuðsgreinin ikki er samfelagslig ella hugvísindalig, má studenturin harumframt taka Vísindaástøði og háttalag (10 ECTS).

Serritgerðin verður skrivað í høvuðsgreinini.

Innihald

Hjánámið er sett saman av skeiðum í føroyskari søgu og heimssøgu, bæði eldri og yngri søgu. Í tí háttalagsliga partinum fært tú skeið í søguvísindaligum háttaløgum.

Próvtøkur

Skipað verður fyri próvtøkum tvær ferðir um árið. Vetrarpróvtøkur eru í desember og januar, summarpróvtøkur eru í juni.

Upptøkutreytir

Treyt fyri upptøku er bókligt (t.e. gymnasialt) miðnámsskúlaprógv. Studentur, sum søkir inn á hjánámið í søgu, skal hava staðið ella vera innskrivaður til eitt høvuðsnám. Tað ber eisini til at vera innskrivaður á samansett bachelornám.

Søkt verður á umsóknarblaðnum til hjánám, har tú í raðfestingarlistanum skrivar "Søga".

Framtíðarmøguleikar

Hjánám í søgu gevur saman við einum høvuðsnámi møguleika at arbeiða sum miðnámsskúlalærari umframt  spennandi starvsmøguleikar, har kunnleiki til søgu og søguvísindalig háttaløg er neyðugur, t.d. í miðlum og fyrisiting.

Framhaldandi útbúgving

Lokið hjánám í søgu kann vera partur av miðnámslæraraprógvi, har høvuðsnámið er 210 ECTS og hjánámið 90 ECTS.

Nærri kunning

Nærri kunning fæst við at venda sær til Erling Isholm, útbúgvingarleiðara, erlingi@setur.fo