2301.22 - Økonometri 2


Skeiðsnummar
2301.22
Heiti
Økonometri 2
ECTS
10
Fortreytir
Staðið Økonometri 1 ella samsvarandi skeið.
Endamál
Endamálið við skeiðinum er, at tann lesandi lærir at viðgera empiriskar kanningar við støði í tvørskurðardátum, dátum við tíðarrøðum og paneldátum. Tann lesandi lærir somuleiðis at meta um, um hesar kanningar eru væl grundaðar og hvørjar estimeringsmannagongdir eru hóskandi í ymiskum støðum. Endamálið við skeiðinum er harumframt, at tann lesandi fær førleikar til at lesa og viðgera vísindaligar greinar við økonometriskum innihaldi.
Innihald
Arbeitt verður víðari við greining av tvørskurðardátum, sum dentur varð lagdur á í Økonometri 1 skeiðinum. Serliga viðgera vit endogenitet av frágreiðandi variablum, og møguligar estimerings-mannagongdir í hesum førinum. Dátasett við tíðarrøðum verða nágreiniliga viðgjørd, og tey lesandi arbeiða við hugtøkum sum støðuleiki (stationaritet), eindarrøtur (unit roots) og autoregressive conditional heteroskedasticity (ARCH).
Læru- og undirvísingarhættir
Námssetningurin verður gjøgnumgingin í fyrilestrunum og venjingartímunum. Í venjingartímunum leggja tey lesandi fram loysnir upp á útlutaðar uppgávur í námssetninginum. Dentur verður lagdur á, at tey lesandi ogna sær førleikar at greina ymisk dátasett við støði í telduforritum. Tey lesandi skulu eisini leggja fram egnar empiriskar kanningar, sum partur av skeiðinum.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið skal tann lesandi hava ognað sær vitan um: - fyrimunir og vansar í viðgerðum av ymiskum dátasløgum, herundir tvørskurðardátum, dátum við tíðarrøðum og paneldátum. - endogenitet í tvørskurðardátum, m.a. hví hesin uppstendur og hvørjar mannagongdir kunnu nýtast í hesum førinum. - neyðugar fortreytir, tá vit seta myndlar við tíðarrøðum upp og gera inferens. - grundleggjandi hugtøk í sambandi við viðgerð av tíðarrøðum, eitt nú støðuleiki (stationarity), eindarrøtur, kointegratión og Error Correction myndlar. - samloystar líkningar (simultaneous equations), herundir hvørjar avbjóðingar hesar geva okkum í økonometriskum myndlum og møguligar loysnir. Tann lesandi skal somuleiðis hava ognað sær hesar førleikar: - at nýta hesar estimeringsmannagongdir: Instrument variablar og 2SLS (IV/2SLS), Differences-in-Differences (DD), First Differences (FD), Fixed Effects (FE) og Random Effects (RE). - at meta um, hvørjar estimeringsmannagongdir eru hóskandi í ymiskum støðum. - at gera viðkomandi testir í sambandi við greining av tíðarrøðum, eitt nú testir fyri eindarrøtur og error correction. - at estimera myndlar við avmarkaðum heftum variabli, og meta um fyrimunir og vansar við ymiskum mannagongdum/myndlum. - at gera neyðugar tillagingar í niðurstøðum og mannagongdum, tá líkindini fyri feilmátingum eru stór. - at leggja fram búskaparligar/hagfrøðiligar myndlar og empirisk úrslit á ein greiðan og væl grundaðan hátt.
Próvtøkuháttur
Eitt vektað próvtal verður givið við støði í: - eini ávegisroynd (25%) - skrivligari próvtøku á 3 tímar (75%) Undir skrivligu próvtøkuni, hevur tann lesandi loyvi til at brúka alt undirvísingartilfar- og amboð, men hevur ikki atgongd til internetið. Til endurpróvtøku verður metið fyri ávegisroyndina ikki talt við í endaliga próvtalinum. Sostatt telur skrivliga próvtøkan á 3 tímar 100 prosent av endaliga metinum í hesum førinum.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Verður tøkur á deildini
Ábyrgd
Herit Vivi Bentsdóttir Albinus