3008.18 - Elektromagnetisma


Skeiðsnummar
3008.18
Heiti
Elektromagnetisma
ECTS
7,5
Fortreytir
Støddfrøði 1 (samstundis)
Endamál
At geva teimum lesandi innleiðandi kunnleika til elektomagnetismu og læra teir at loysa einklar men tó viðkomandi elektromagetiskar uppgávur.
Innihald
Elektrisk løðing, elektriskt felt og fluks, lóg Gauss, elektriskt potentiali, kapasitansur, dielektrikum, elektriskur streymur, resistansur, elektromotorisk kraft, javnstreymsrásir (DC). Magnetiskt felt og fluks, magnestisk kraft, keldur til magnetisk felt, induktión, induktansur, vendistreymur (AC) og vendistreymsrásir. Maxwells líkningar, bylgjur, elektromagnetiskar bylgjur.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, uppgávurokning, felags starvsstovuvenjingar.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið skal tann lesandi kunna: - lýsa elektrisk og magnetisk felt við vektorum - rokna løðingar og felt fyri leiðarar og isolatorar - rokna magnetisk felt í magnetiskum og ómagnetisk tilfari - rokna elektromagnetiskar kreftir - lýsa virkihátt hjá og týdning av vanligum elektriskum lutum í elektriskum rásum: resitansar, kapasitansar, induktansar, spennings- og streymkeldur - greina javnstreymsrásir - greina einklar vendistreymsrásir - lýsa týdningin av Maxwells líkningum - brúka Maxwells líkningar til symmetriskar uppgávur - lýsa sambandið millum magnetiskt fluks, induktans og induseraðan spenning - rokna orku og effekt í elektromagnetiskum bylgjum - vísa, hvussu vanlig elektrisk mátitol verða nýtt - meta um munin millum idealiseraðar symmetriskar uppgávur og meira samansettar veruligar uppgávur
Próvtøkuháttur
4 tíma skrivlig próvtøka uttan nakað skrivligt tilfar. Tað eru 4 kravdar innlatingar, ið skulu standast fyri at sleppa til próvtøku. Próvtalið verður givið sum ein heildarmeting av próvtøku (80%) og innlatingum (20%).
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
University Physics with modern physics, Young and Freedman, Pearson, 14th Ed. 2016
Ábyrgd
Benadikt Joensen