3033.24 - Euklidisk geometri


Skeiðsnummar
3033.24
Heiti
Euklidisk geometri
ECTS
5
Fortreytir
Miðnámsprógv við støddfrøði á A-stigi.
Endamál
At geva luttakarunum skil á støddfrøðiligum metodum við at granska aksiomatiska grundarlagið undir neutralari, euklidiskari og hyperbolskari geometri and søguligu menningini av geometri.
Innihald
Aksiomatiska grundarlagið undir neutralari, euklidiskari og hyperbolskari geometri verður viðgjørt. Skeiðið gevur innlit í evni í geometri, ið hava serligan týdning fyri støddfrøði í skúlaverkinum, og and viðger søguligu gongdina í hesum evnum.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar á netinum, einstaklingaarbeiði og uppgávurokning.
Læruúrtøka
Studenturin er førur fyri at vísa grundleggjandi skil fyri og vitan um aksiomatiska geometri, eins væl og fyri logiskum hugtøkum, prógvbygnaði og -hættum, og nýtslu av abstraktión í støddfrøði. Studenturin er førur fyri at greiða frá og at nýta høvuðsúrslit úr neutralari, euklidiskari og hyperbolskari geometri. Studenturin er førur fyri at vísa kunnleika til søguligu menningina í aksiomatiskari geometri. Studenturin er førur fyri at loysa trupulleikar úr grundleggjandi euklidiskari og hyperbolskari geometri, skriva einføld støddfrøðilig prógv, og at nýta modell fyri aksiomatiskari geometri og at greiða øðrum frá hesum.
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka og meting av innlatingum. Endurpróvtøka kann vera øðrvísi.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Foundations of Geometry, 2nd Edition By Gerard Venema ISBN-13: 978-0-13-602058-5
Ábyrgd
Mortan Janusarson Thomsen