3035.18 - Líkindarokning


Skeiðsnummar
3035.18
Heiti
Líkindarokning
ECTS
5
Fortreytir
Miðnámsprógv við A-stig í støddfrøði
Endamál
At geva luttakarum ein intuitiva og stringenta fatan av grundleggjandi líkindaáastøði.
Innihald
Aksiom fyri líkindi, inklusión-eksklusións prinsippið, treytað líkindi, óheftni, Bayes setningur, líkindabýti, binomialbýti, normal approksimatión, sýnistøka, hypergeometriskt býti, diskretir stokastiskir variablar, miðalvirði, frávik, variansur, Markovs ólíkning, Chebychevs ólíkning, tann sentrali markvirðissetningurin, geometriskt býti, negativt binomialbýti, Poisson býti, kontinuertir stokastiskir variablar, normalbýti, eksponentialbýti, gammabýti, yvirlivilsisfunktión, vágalutfall/deyðiligheit, flyting og skalering av 1-dimensionellum stokastiskum variablum, býti av ordnaðum stokastiskum variablum, javnbýti, 2-dimensionellir stokastiskir variablar, Rayleigh býti, chi-í-øðrum býti, treytað býti, treytað miðalvirði, treytaður variansur, kovariansur, korrelatión, 2-dimensionelt normalbýti.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, uppgávurokning og sjálvstøðugt arbeiði.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið skal studenturin vera førur fyri at: • Nýta einfaldar approksimatiónsfrymlar til at rokna út líkindi. • Nýta operatiónir á stokastiskar variablar fyri at fáa nýggj líkinda¬býti. • Greina kombinatoriskar trupulleikar við at brúka teljiteknikkir. • Orða einfald líkindamodell við eini munnligari lýsing. • Nýta grundleggjandi hugtøk úr líkindaástøði til at loysa trupulleikar. • Nýta hugtakið treytað líkindi til at loysa trupulleikar. • Nýta hugtøkini treytað býti og treytað moment til at loysa trupulleikar. • Velja rætta líkindamodellið fyri fyribrigdi úr veruliga heimum bygt á teirra sereyðkenni. • Gera einfaldar útrokningar við miðalvirði, varians og korrelatión. • Nýta og gagnnýta sambondini millum teir ymsu hættirnar at lýsa eitt líkindabýti. • Rokna út býti og støddir avleidd frá 2-dimensionella normalbýtinum. • Nýta sereyðkennini hjá ávikavist diskretum og kontinuertum býtum. • Eyðmerkja og lýsa líkindabýti, herímillum Poisson býtið, binomialbýtið, eksponentialbýtið, hypergeometriska býtið, gammabýtið, javnbýtið, Rayleigh býtið, chi-í-øðrum býtið og normalbýtið.
Próvtøkuháttur
4-tíma skrivlig multiple choice test við skeiðslok. Fyri at fáa loyvi at luttaka í royndini við skeiðslok skal luttakari hava staðið kravdar royndir í skeiðnum. Loyvd hjálpiamboð til endaligu próvtøkuna: Alt skrivligt tilfar og lummaroknarar.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Online teaching material and Jim Pitman: Probability, ISBN: 9780387979748
Ábyrgd
Toke Meier Carlsen