3038.20 - Støddfrøðididaktikkur


Skeiðsnummar
3038.20
Heiti
Støddfrøðididaktikkur
ECTS
7,5
Endamál
At geva studentunum innleiðslu til modell og ástøði innan støddfrøðididaktikk, at gera studentarnar førar fyri at brúka ástøðið og modellini til at greina og grunda um temu í støddfrøði á miðnámskúlastigi.
Innihald
• Didaktisk transpositión • Stig av samavgerð, • Praxeologi • Paradigmið “questioning the world” • Lestrar- og granskingargongdir
Læru- og undirvísingarhættir
Vegleiðing, framløgur, verkstovur, sjálvstøðugt arbeiði.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er at enda komið, verður væntað av studentinum, at hann sjálvur kann: • Greina støddfrøðiliga lærupotentialið í eini venjing við at brúka praxeologi, • Grunda um og koma til niðurstøður viðvíkjandi viðkomandi spurdómum grundað á viðkomandi ástøði og modell, • Leggja fram sínar egnu kanningar á sakligan hátt.
Próvtøkuháttur
10 síðu grein.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Vísindaligar greinar. Videoir, ið miðla granskingargreinar og -úrslit.
Ábyrgd
Louise Meier Carlsen