3039.20 - Euklidisk geometri


Skeiðsnummar
3039.20
Heiti
Euklidisk geometri
ECTS
7,5
Fortreytir
Miðnámsprógv við støddfrøði á A-stigi
Endamál
At geva luttakarunum skil fyri støddfrøðiligum metodum við at studera aksiomatiska grundarlagið undir neutralari, euklidiskari og hyperbolskari geometri og søguligu menningini av geometri.
Innihald
Aksiomatiska grundarlagið undir neutralari, euklidiskari og hyperbolskari geometri verður viðgjørt. Skeiðið gevur innlit í evni í geometri, ið hava serligan týdning fyri støddfrøði í skúlaverkinum, og viðger søguligu gongdina í hesum evnum.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, einstaklingaarbeiði og uppgávurokning.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið skal studenturin vera førur fyri at • lýsa søguliga menningina í aksiomatiskari geometri • greiða frá grundleggjandi hugtøkum í aksiomatiskari geometri, eins væl og logiskum hugtøkum, prógvbygnaði og -hættum, og nýtslu av abstraktión í støddfrøði • loysa uppgávur úr grundleggjandi euklidiskari og hyperbolskari geometri, skriva einføld støddfrøðilig prógv, og at nýta modell fyri aksiomatiskari geometri og at greiða øðrum frá hesum. • greiða frá og nýta høvuðsúrslit úr neutralari, euklidiskari og hyperbolskari geometri
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka og meting av innlatingum og verkætlanum. Endurpróvtøka kann vera øðrvísi.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Foundations of Geometry, 2nd Edition By Gerard Venema ISBN-13: 978-0-13-602058-5
Ábyrgd
Toke Meier Carlsen