3103.17 - Støddfrøði 1


Skeiðsnummar
3103.17
Heiti
Støddfrøði 1
ECTS
17,5
Fortreytir
Miðnámsprógv við støddfrøði á A-stigi
Endamál
Skeiðsinnihaldið er støddfrøðiliga støðið fyri einari stórari røð av tekniskum økjum og gevur eisini eitt útgangsstøði fyri framhaldandi lestri í reinari og nýttari støddfrøði. Høvuðstemað í skeiðnum er linearitetur. Málið er at geva studentunum evnini at brúka grundleggjandi støddfrøðilig amboð í ástøðiligum eins væl og nýttum verkætlanum. Nýtsla av nýtíðar telduritbúnaði stuðlar hesum.
Innihald
Lineerar líkningar og lineerar avmyndingar. Matrixalgebra. Vektorrúm. Eginvirðistrupulleikar. Symmetriskar og ortogonalar matrisur. Kompleks tøl. Lineerar differentiallíkningar. Elementerar funktiónir. Funktiónir í einum og fleiri reellum variablum: lineerar approksimatiónir og partiellir avleiddir, Taylor útviklingar og kvadratiskir formar, ekstrema and niveaukurvar, kurvu-, flatu- og rúmintegral. Vektorfelt. Gauss' og Stokes setningar. Brúk av MAPLE í omanfyrinevndu økjum. Dømi upp á brúk í verkfrøði.
Læru- og undirvísingarhættir
Online aktivitetir og fyrilestrar, bólkaarbeiði, einstaklingaarbeiði, venjingar, skrivligar innlætingar við afturmeldingum, verkætlan.
Læruúrtøka
Ein studentur, sum hevur fullført skeiðið, skal kunna: • Brúka ta algebraisku og geometrisku representationina av teimum kompleksu tølunum umframt kompleksu eksponentialfunktiónina. • Brúka matrixrokning og Gausseliminatión í sambandi við loysn av lineerum líkningaskipanum. • Greina og greiða frá loysnarmongdini í vektorrúmum út frá struktursetninginum. • Gera einfaldar útrokningar við teimum elementeru funktiónunum – herímillum teirra øvugu funktiónum. • Brúka ymisku variantarnar av Taylors formli til approksimatiónir og markvirði. • Loysa einfaldar fyrsta- og annaðordansdifferentiallíkningar og differentiallíkningarskipanir. • Rokna ekstrema hjá funktiónum í fleiri variablum – herímillum í økjum við rond. • Parametrisera einfaldar kurvur, flatur og rúmlig øki, umframt at rokna einfald kurvu-, flatu- og rúmintegral. • Brúka Gauss' og Stokes setningar í einføldum samanhangi. • Brúka støddfrøðiliga terminologi og argumentatión munnliga og skrivliga. • Organisera samstarv í einum verkætlanarbólki um støddfrøðilig hugtøk og hættir í brúki í einum størri samanhangi. • Brúka súmbolsk ritbúnaðaramboð – í løtuni Maple – til loysn og grafiska illustratión av støddfrøðiligum trupulleikum.
Próvtøkuháttur
Tað eru fýra deilkarakterir (eftir 7-trin skalanum) grundaðir á: 1) Royndir fyrra semestrið, 2) Royndir seinna semestrið, 3) Ein 3-viku verkætlan við skrivligari rapport og munnligari roynd, 4) skrivligar innlatingar. Endaligi karakterurin er miðal av hesum fýra deilkarakterum, men hvør deilkarakterur skal standast. Um ein deilkarakterur ikki er staðin, so er einans møguleiki at standa hvønn av teimum karakterum sum ikki eru staðnir. Um studentur ikki stendur skeiðið, so er endaligi karakterurin '-3' um ein av deilkarakterunum er '-3' (ella studenturin ikki luttók), annars '00'. Skeiðið er samskipað við DTU, og verður tillagað einhvørja broyting har. Endurroynd er tvær royndir á 4 tímar.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Online teaching material and textbook from DTU.
Ábyrgd
Gunnar Restorff