3128.20 - Termodynamikkur


Skeiðsnummar
3128.20
Heiti
Termodynamikkur
ECTS
5
Fortreytir
Mekanikkur og Støddfrøði 1
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at geva tí lesandi vitan um tær grundleggjandi lógir og háttaløg, ið verða brúkt í termodynamikki, so tey lesandi verða før fyri at loysa termodynamiskar trupulleikar fyri bæði einstakar komponentar og skipanir.
Innihald
Termodynamiskir standir og parametrar. Hiti og arbeiði. Fyrsta lóg í termodynamikkinum fyri afturlatnar og opnar skipanir. Orkujavnvág hjá opnum og afturlatnum skipanum. Entalpi, stand-líkningar (idealgass v.m.) og serevnisvarmi. Onnur lóg í termodynamikkinum, ringrásir av prosessum, vendandi og einvegis prosessir. Entropi T-s/P-v/P-h-diagramm, isentropiskar prosessir, tekniskt arbeiði, isentropiskur effektivitetur og Carnot-prosessin. Fasudiagramm, fasuskifti, prosess-ringrásirir við fasubroyting. Hitaleiðing gjøgnum evni ella sum hitageisling. Innleiðsla til turbinur, stempulmotorar, pumpur, kompressarar, hitavekslarar, hita/arbeiðs-motorar og damporkuskipanir.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, uppgávurokning og sjálvlestur
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið skal studenturin vera før/ur fyri at: • Greina og greiða frá grundleggjandi lógunum í termodynamikkinum • Greina støður og prosessir við termodynamiskum parametrum • Greiða frá vanligu orkuformunum • Brúka varðveitslusetningar fyri evnisnøgd og orku • Brúka ymisk modell, lýst við líkningum, tabellum ella diagrammum • Rokna umbýtið millum hitabroytingar og arbeiði hjá eini skipan • Greiða frá endamáli og virkishátti hjá mest vanligu termodynamisku maskinunum og skipanunum • Gera samansettar gongdir einfaldari, so gjørligt er at gera termodynamiskar útrokningar fyri komponentar og skipanir • Finna sereyðkennir hjá eini skipan sum t.d. virkni
Próvtøkuháttur
Próvtøkuháttur 4 tíma skrivlig próvtøka við vanligum hjálpitólum og tilfari. Próvtalið er grundað 20% á innlatingar og 80% á próvtøkuna.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
University Physics with Modern Physics, by Hugh D.Young, Roger A. Freedman and A. Lewis Ford. Pearson. (Ch. 17-20) 13 Ed. ella nýggjari Bækkel Larsen, J., Christensen, P., & Elmegaard, B. (2017). Maskinteknisk Termodynamik: Grundlæggende - teori og praksisnær anvendelse. Ballerup: DTU Diplom og DTU Mekanik (1 udg. ella nýggjari)
Ábyrgd
Bárður Arnsteinsson Niclasen