3159.22 - Hagfrøði


Skeiðsnummar
3159.22
Heiti
Hagfrøði
ECTS
7,5
Fortreytir
Miðnámsprógv við støddfrøði á A-stigi, ella maskinmeistaraútbúgving við støddfrøðiførleika tilsvarandi A stigi á miðnámi.
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at geva luttakarunum eina innleiðing í lýsandi og greinandi hagfrøði og at geva teinum eina innleiðsla til støddfrøðiligt arbeiðslag í hagfrøði og innlit í hagfrøðiligar tankagongdir og hættir og harafturat at geva teinum evni til at fata tilvildarliga variatión og brúk av hagfrøðiligum myndlum. Týðandi hagfrøðiligar meginreglur fyri innsavning og kanning av data verða innførdar, herímillum hættir fyri vali av einum egnaðum myndli fyri data, estimatión, testi og staðfesting av valdum myndlum. Luttakararnir læra at viðgera eina røð av einfaldum trupulleikum, som ofta koma fyri í verkfrøði, og verða soleiðis førir fyri kritiskt at meta um hagfrøðiligar (empiriskar) kanningar og keldur.
Innihald
Frágreiðandi hagfrøði. Líkindi fyri einari hending og stokastiskir variablar. Óheftir og heftir stokastiskir variablar. Treytað líkindi. Líkindabýti bæði í einum og fleiri stokastiskum variablum (univariat og multivariat). Klassisk univariat líkindabýti. Ekstremir variablar. Punkt og interval estimering og hypotesutest fyri eina og fyri tvær stakroyndir. Einføld lineer regressión.
Læru- og undirvísingarhættir
Flokksundirvísing, sjálvlestur og skrivligar uppgávur.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er at enda komið, skal tann lesandi kunna: • Rokna út og tulka einfaldar hagfrøðiligar støddir, herímillum miðaltal, spreiðing, varians, median og fraktilar. • Nýta einfaldar grafiskar arbeiðshættir, herímillum histogram, normal-plot og box-plot. • Rokna sannlíkindi fyri hendingar í einføldum støðum. • Eyðmerkja og lýsa líkindabýti, herundir Poisson-, binomial-, exponential- og normalbýti. • Sammeta val av hagfrøðilig hættum. • Nýta og tulka týðandi hagfrøðilig hugtøk, so sum myndlar, estimatión, konfidensinterval og hypotesutest. • Nýta og tulka grundleggjandi simuleringsgrundaðar hagfrøðiligar útrokningar. • Nýta og tulka grundleggjandi hagfrøðiligar útrokningar í 1- og 2- stakroyndar støðu umframt á taldata. Nýta og tulka grundleggjandi hagfrøðiligar • útrokningar í einfaldari linjurættari regressión og variansgreining. • Kenna aftur einfaldar hagfrøðiligar standard støður í tøkni og náttúruvísindum. • Kenna aftur og tulka viðkomandi úttak frá einum ávístum hagfrøðiligum telduforriti. • Rokna neyðuga stakroyndarstøddir í einfaldum støðum. • Skilja hugtøk um hagfrøði og sannlíkindi, soleiðis at til ber at samskifta við kønar hagfrøðingar um hagfrøðilig háttaløg.
Próvtøkuháttur
4-hours written exam with all all usual examination aids (included computers) allowed.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Walpole, Myers, Myers and Ye: “Probability and Statistics for engineers”, global edition (ISBN: 9781292161365).
Ábyrgd
Jari í Hjøllum