3165.21 - Elektriskar maskinur


Skeiðsnummar
3165.21
Heiti
Elektriskar maskinur
ECTS
5
Fortreytir
Streymrásfrøði ella maskinmeistaraprógv.
Endamál
At geva studentinum grundleggjandi skil fyri elektriskum maskinum, sum verða nýttar í samfelagnum í dag. Studenturin fær innlit í elektromagnetismu og elektromekanikk í samband við stationerar og roterandi maskinur.
Innihald
Útrokningar, uppbygnaður og stýring av elektriskum maskinum. Skeiðið fevnir um magnetiskar ringrásir, kraft- og momentútrokningar frá orku og coenergy, transformatorar, per-unit-tilgongdin, kortslutningsmaskinur, javnstreymsmaskinur, synkronmaskinur við permanentum magnetum og við viklaðum rotorum, innleiðandi d- og q-ástøði, V-kurvar, kapabilitetsdiagramm og BLDC-maskinur. Starvsstovuroyndir við nøkrum av nevndu elektrisku maskinunum.
Læru- og undirvísingarhættir
Blended learning, fyrilestrar, bólkaarbeiði, uppgávurokning, starvsstovuvenjingar og verkætlanarleidd undirvísing.
Læruúrtøka
Tá studenturin hevur staðið skeiðið, skal hann kunna: - Lýsa virkisháttin hjá elektriskum maskinum generelt. - Lýsa uppbygnaðin av elektriskum maskinum. - Greina magnetiskar rásir. - Útleiða og roknað kreftir og moment í elektriskum maskinum út frá elektromagnetiskari og mekaniskari ástøði. - Greina elektriskar maskinur í javnari støðu. - Greina elektriskar maskinur í einføldum transientum dømum. - Greina ekvivalensdiagram fyri elektriskar maskinur við brúk av per-unit-tilgongdini. - Royndarkoyra og gera mátingar av elektriskum maskinum í starvsstovum. - Nýta starvstovumátingar til at finna ekvivalensdiagramm fyri elektriskar maskinur. - Greiða frá operatiónskarakteristikkinum fyri elektriskar maskinur. - Arbeiða gagnligt og vælskikkað sum partur av einum bólki. - Planleggja og stýra verkætlanir, har hædd verður tikið fyri avmarking í tilfeingi.
Próvtøkuháttur
- Skrivligar starvsstovufrágreiðingar. - Skrivlig roynd mitt í skeiðnum uttan hjálpartól. Skrivliga royndin er á enskum. - Skrivlig próvtøka eftir lokið skeið. - Fyri at sleppa til próvtøkuna skulu skrivligu starvsstovufrágreiðingarnar og skrivliga miðvegisroyndin vera góðkendar.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Lærubók: Fitzgerald & Kingsley’s Electric Machinery, 7th Edition, Stephen D. Umans, 2014, McGraw Hill. Annað tilfar: upprit, framløgumyndir og filmsbrot.
Ábyrgd
Bogi Bech Jensen