3169.22 - Elektromagnetisma


Skeiðsnummar
3169.22
Heiti
Elektromagnetisma
ECTS
5
Fortreytir
Støddfrøði 1 (samstundis).
Endamál
At geva teimum lesandi innleiðandi kunnleika til elektomagnetismu og læra tey lesandi at loysa einfaldar men tó viðkomandi elektromagnetiskar uppgávur.
Innihald
Elektrisk løðing, elektriskt felt og fluks, lóg Gauss, elektriskt potentiali, kapasitansur, dielektrikum, elektriskur streymur, resistansur, elektromotorisk kraft, einfaldar javnstreymsrásir (DC). Magnetiskt felt og fluks, magnestisk kraft, keldur til magnetisk felt, induktión, induktansur, vendistreymur (AC) og einfaldar vendistreymsrásir. Maxwells líkningar, bylgjur, elektromagnetiskar bylgjur.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, uppgávurokning, felags starvsstovuvenjingar.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið skal tann lesandi kunna: - lýsa elektrisk og magnetisk felt við vektorum. - rokna løðingar og felt fyri leiðarar og isolatorar. - rokna magnetisk felt í magnetiskum og ómagnetiskum tilfari. - rokna elektromagnetiskar kreftir. - lýsa virkihátt hjá og týdning av vanligum elektriskum lutum í elektriskum rásum: Resitansar, kapasitansar, induktansar, spennings- og streymkeldur. - greina einfaldar javnstreymsrásir. - kenna til einfaldar vendistreymsrásir. - lýsa týdningin av Maxwells líkningum. - brúka Maxwells líkningar til symmetriskar uppgávur. - lýsa sambandið millum magnetiskt fluks, induktans og induseraðan spenning. - rokna orku og effekt í elektromagnetiskum bylgjum. - vísa, hvussu vanlig elektrisk mátitol verða nýtt. - meta um munin millum idealiseraðar symmetriskar uppgávur og meira samansettar veruligar uppgávur.
Próvtøkuháttur
4 tíma skrivlig próvtøka við øllum amboðum. Fyri at sleppa til próvtøku skal tema-uppgávan vera góðkend.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
University Physics with modern physics, Young and Freedman, Pearson, 15th Ed. 2020
Ábyrgd
Benadikt Joensen