3202.17 - Mekanikkur


Skeiðsnummar
3202.17
Heiti
Mekanikkur
ECTS
7,5
Fortreytir
Miðnámsskúlaprógv við: A støði í Støddfrøði, B støði í Alisfrøði og C støði í Evnafrøði
Endamál
Geva tí lesandi vitan um grundleggjandi lógir og roknihættir í klassiskum mekanikki, so at tann lesandi er førur fyri at loysa einfaldar trupulleikar innan hesi evni.
Innihald
Rørsla í eini, tveimum og trimum dimensiónum. Lógirnar hjá Newton. Friktión og massamiðpunkt . Arbeiði og kinetisk orka. Potentiel orka og orkuvarðveitsla. Impulsmoment og samanstoytir. Snaringar hjá bitlaskipanum og føstum lutum. Inerti, angulert moment og kraftmoment. Gravitatión, konservativ kreftfelt og Keplersa lógir . Elastisitetur og statisk javnvág. Periodiskar rørslur. Trýst, uppdrift og rørsla í veskum.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, uppgávurokning og sjálvlestur
Læruúrtøka
Eftir at hava tikið skeiðið, kann væntast at tann lesandi kann: - Brúka kinematisk hugtøk sum, stað, ferð og acceleratión at lýsa rørslur sum tað skráa kastið og sirkulrørsla. - Finna kreftir og tekna kraft diagrammir fyri einfaldar mekaniskar skipanir, gjørdar av bitlum ella føstum lutum. - Brúka Newtonsa lógir og massamiðpunkt, fyri at finna flytings og snarings rørslur hjá einfaldum mekaniskum skipanum. - Rokna arbeiði og impuls, brúka arbeiðs-orku setningin til einfaldar mekaniskar skipanir. - Orða grundleggjandi varðveitslu av rørslu og snarings momentum umframt mekaniskari orku, og nýta hesi á einfaldar mekaniskar skipanir. - Brúka treytirnar fyri statiskari javnvág á einfaldar skipanir. - Brúka kontinuitets líkningina og Bernoullisa líkning, til at viðgera einfaldar stationerar rørslu streymar. - Rokna periodiskar rørslur og mekaniskar aldur í einføldum skipanum.
Próvtøkuháttur
4 tíma skriftlig próvtøka, uttan nakað loyvt tilfar. Tað eru 4 kravdar innlatingar ið telja 20% av endaliga próvtælinum. Skrivliga próvtøkan skal vera staðin fyri at standa skeiði.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
University Physics with modern physics, Young and Freedman, Pearson, 14th Ed. 2016 or newer.
Ábyrgd
Bárður Arnsteinsson Niclasen