5014.19 - Databasur og SQL


Skeiðsnummar
5014.19
Heiti
Databasur og SQL
ECTS
7,5
Fortreytir
Innleiðing í teldufrøði, Innleiðandi forritan við C++ / Java.
Endamál
Endamálið við hesum skeiði er at geva eina fyrstu innleiðing í databasur og DBMS-skipanir til umsiting av databasum, databasumáli SQL og bygnað av databasum.
Innihald
Skeiðið byrjar við eini innleiðing til DBMS-skipanir og SQL, tað heldur fram við umrøðu av ER-modelli, ER-diagram, relatiónsútrokningar, relatiónsskema, 3NF, BCNF og design algoritmur. Transaktiónir, concurrency, XML og blockchain databasur eru seinastu evnir í skeiðinum.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar og venjingar, sum tey lesandi fáa við byrjan av skeiðinum. Loysnir verða gjøgnumgingnar í tímunum. Skeiðið byrjar 25. mars 2019 við undirvísing hvønn mánadag og hósdag frá kl. 9 til 15 í 8 undirvísingarvikur. Undirvísingin verður avtalað nærri við skeiðsbyrjan. Undirvísingin fer fram í U407 í Sjóvinnuhúsinum. Luttøka í tímunum verður staðiliga viðmæld. Eitt mini projekt verður viðgjørt og ein rapport verður skriva sum ein partur av uppgávunum. Ov seinar innlatingar verða bert góðtiknar við læknaváttan.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er liðugt skal tann lesandi kunna: • gera eitt eksternt databasu model við brúk av ER-modellinum. • gera eitt tilsvarandi hugtaksligt databasu model fyri tað eksterna databasu modellið. • installera eina SQL DBMS skipan og skapa eina databasu. • gera og koyra lág- til miðal torførar SQL fyrispurningar. • definera og forklára relatiónsdatabasu modellið, og tær mest týðandi data bindingar í hesum modelli. • forklára møguligu orsøkirnar og avleiðingarnar av endurtøku-avleiddum trupulleikum til viðlíkahald av data. • definera 3NF, BCNF og koyra syntesu algoritmuna til at náa 3NF. • greiða frá hví koyringar (transactions) vera brúktar og forklára ACID-koyringar. • greiða frá konflikt-seriabilitet og deadlock, og hví hesi hugtøk eru týðandi fyri koyringar.
Próvtøkuháttur
Próvtøkan er munnlig, grundað eitt bólkaarbeiði við einari rapport. Rapportin telur 50% og próvtøkan 50% í próvtøkumetinum. Lesandi sum ikki standa skeiðið fáa møguleika fyri at betra um rapportina og eina nýggja próvtøku.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Database System Concepts - 7th edition, McGraw Hills Co. 2019 by Abraham Silberschatz, Henry F. Korth, and S. Sudarshan.
Ábyrgd
Hans Frank Ellefsen Blaasvær