2411.15 - Føroyskur kollektivur arbeiðsrættur


Skeiðsnummar
2411.15
Heiti
Føroyskur kollektivur arbeiðsrættur
ECTS
10
Fortreytir
Alment: upptikin á master í løgfrøði. Stakskeið: bachelor ella samsvarandi við nóg nógvum innliti í løgfrøði alment ella serligum innliti í hetta lógøkið.
Endamál
At veita innlit í føroyska felagsverklóg – kollektivan arbeiðsrætt – serliga í tær mongu lógkeldurnar á arbeiðsmarknaðinum merktum av spjaddum rættarskapandi stovnum, fakfeløgum, Fasta Gerðarrætti og øðrum dómstólum, Løgtingi og altjóða stovnum, sum orða høvuðsavtalur og sáttmálar, dómar og úrskurðir, umframt lóggávu, avgerðir og álit. Hesar ymsu lógkeldurnar samvirka at skapa sera ymiskliga og broytiliga støðu. Síðan Fasti Gerðarrættur var settur á stovn er hann vorðin alsamt meiri týðandi sum tann stovnur ið samskipar og mennir hesa avbjóðandi skipan. Men framvegis hevur stóran týdning at hava innlit í ávirkan frá danskari lóg, altjóða stovnum, og lóggávu ið stundum leggur uppí, umframt teir mongu kollektivu sáttmálarnar og tengdar siðvenjur. Skeiðið veitir kunnleika og háttalag at meta um hesa fjølbroyttu rættarstøðu.
Innihald
Skeiðið byrjar við at ganga ígjøgnum hugtøk og háttalag viðkomandi fyri felagsverklóg, eisini mótini við onnur lógøki. Síðani verða viðgjørd evnini at skipa sáttmála, felagsskapur og fevnd, at tulka sáttmála, at leiða og løna, at stríða, samráðing og seming og at træta. Fyri hvørt av evnunum verða tikin fram mong dømi um felagsverklóg í verki, teirra millum heimildir hjá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum í felagssáttmálum mótvegis lóggávu, heimildir hjá fakfeløgum, rættindi og skyldur hjá limum, tulkingaravbjóðingar og mennandi venja, týdningur av felagsverklóg fyri tann einstaka, heimilað og óheimilað stríðsstig, týdningurin av sáttmálasamráðing og semingsstovni, umframt viðgerð av trætum í serligum stovnum, vanligum gerðarrætti, almennu rættarskipanini og alsamt meiri í Fasta Gerðarrætti.
Læru- og undirvísingarhættir
40 tímar, harav 30 eru skipaðir í skema og aðrir eru vitjanir og serlig øvilsi. Undirvísingin verður annars skipað við framløgum frá lærara og venjingum. Eisini verða studentaframløgur.
Læruúrtøka
Tey lesandi skulu: -Greiða frá kollektivt skipaða arbeiðsmarknaðinum, lógkeldum, heimildum, stovnum og trætuskipanum. -Greiða frá týdninginum av samveldisstøðu Føroya í hesum høpi, hvørja ávirkan donsk og altjóða lóg og hvørjar heimildir danskir og altjóða stovnar hava í føroyskari felagsverklóg. -Greiða frá viðkomandi tulkingarhættum og tulkingaravbjóðingum, eisini týdninginum av mennandi venju og ymsum sløgum av siðvenju. -Greiða frá grundleggjandi spælireglum fyri áhugastríði partanna á arbeiðsmarknaðinum. -Greiða frá heimildum og venju hjá ymsu trætustovnunum og høvinum hjá pørtunum at nýta hesar stovnar. -Greiða frá týdninginum av felagsverklóg fyri einstaka arbeiðsgevaran og løntakaran og støðu teirra mótvegis fakfeløgunum. -Greina truplar felagsverkligar avbjóðingar við innliti í og fatan av øllum viðkomandi sløgum av lógkeldum. -Greina ta menning ið sæst ella er væntandi á ymsum økjum í felagsverklóg. -Leggja fram og føra próvgrundir við javnvág og fatan av ymsum áhugamálunum, tulkingarrúmd og menning av økinum. -Leggja fram og føra við fatan av praktiska týdninginum av teim ymsu ásetingunum, siðvenjunum og mentu venjunum. -Miðla og orða vitan og framløgu fakliga og málsliga vandaliga merkt av greiðari skipan og høpi.
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka. Til munnligu próvtøkuna fær hin lesandi hálvan tíma til fyrireikingar og hevur loyvi at hava pensum og annað tilfar frá undirvísingini við í fyrireikingarhølið. Próvtøkuspurningurin er um ávís evni í pensum. Uttanseturs próvdøming eftir galdandi próvtalastiga.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Kári á Rógvi: Felagsverklóg (fyribilsútgáva) Kári á Rógvi: tilfarssavn í felagsverklóg – tøk á FirstClass undan undirvísing. Týðandi tilfar er at finna á www.fg.fo., www.lnd.fo og www.industry.fo. Framløgur verða eisini brúktar sum stuðulstilfar til próvtøku.
Ábyrgd
Bárður Larsen