2417.15 - Føroyskur skattarættur


Skeiðsnummar
2417.15
Heiti
Føroyskur skattarættur
ECTS
10
Fortreytir
Tey lesandi skulu hava akademiska útbúgving á minst grundstigi (bachelor) við nóg mikið av løgfrøði ella javnmettum fakum, t.d. Grundskeiði í lóg ella líknandi
Endamál
At veita teimum lesandi kunnleika til føroyskan skattarætt í lóg og venju. Tey lesandi skulu fáa innlit í týðandi rættarkeldur og gransking á økinum, og grundleggjandi førleikar at meta um høvi og loysnir innan skattarætt, læra at skilja og síggja, nær ein avgerð ella ætlan kann hava við sær skattlegging, duga at leita fram og meta um tær rættarkeldur, sum kunnu svara skattligum spurningum, fáa venju í at bera fram skattarættarliga próvgrund í skrift og talu, fáa eina fatan av, hvussu skattarættur er knýttur at vinnulívsrættinum, sjálvstøðugt megna at leggja fram og viðgera ávíst evni í hesum høpi.
Innihald
Tey lesandi fáa t.d. kunnleika til keldur og grundreglur í skattarættinum, hvussu skattskyldan verður umsitin, persónbundnu skattskylduna, undir hesum altjóða tvískatting, fæbundnu skattskylduna, undir hesum hvussu skattskylduga inntøkan verður uppgjørd, skattligar avskrivingar, kapitalvinningsskatt.
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið er 36 tímar. Undirvísingin verður skipað sum fyrilestrar, framløgur, venjingar, kjak og uppgávuskriving.
Læruúrtøka
Málið er, at tey lesandi verða før fyri at: -Leita fram, meta um og bera fram próvgrundir við støði í teimum skattarættarligu rættarkeldunum og greiða frá, hvussu skattavaldið er skipað og hvørjar uppgávur tað hevur. -Umrøða og meta um ásetingarnar um fulla og avmarkaða skattskyldu, hvønn týdning tvískattaavtalur hava, og gjøgnum cases taka støðu til hvussu og nær hesar ásetingar eru galdandi. -Meta um og bera fram próvgrundir við støði í inntøkuhugtakinum og greiða frá, nær talan er um inntøkuskatt og nær talan er um kapitalvinningsskatt, og gjøgnum cases taka støðu til hesar ásetingar. -Greiða frá, greina og meta um skattarættarligu kostnaðarlæruna, undir hesum at grundgeva fyri muninum millum rakstrarútreiðslur, privatar útreiðslur og útreiðslur til støðisfæ (útreiðslur til løgur/stovning). -Greina og seta í perspektiv reglurnar um tíðaravmarking (periodisering) og reglurnar um skattligar avskrivingar. Gera nýtslu av hesum greglum við at loysa ítøkiligar cases. -Greina, bera fram próvgrundir og set í perspektiv reglurnar um kapitalvinningsskatt og taka fakliga grundaðar avgerðir við støði í hesum reglum. -Greina og umrøða ásetingarnar um skattlegging av immateriellum ognum og ásetingarnar um gávur. -Umrøða markið millum persónskatt og skattlegging av feløgum – íognarfeløg, onnur feløg og grunnar – og meta um, hvønn týdning hetta hevur viðvíkjandi spurninginum um, hvør er rætti móttakari av inntøkuni (krógvað vinningsbýti). -Bera fram próvgrundir viðvíkjandi persónbundnu skattskylduni hjá feløgum, nær skyldan hjá feløgum byrjar og endar, og taka fakliga grundaðar avgerðir við støði í hesum viðurskiftum. -Greina reglurnar um stovnan av feløgum, undir hesum útvegan av kapitali, tunna kapitalisering, umskipan viðvíkjandi persónliga riknum vinnuvirki til vinnufelag, skattafría samanlegging og at flyta ognir skattafrítt millum feløg umframt samskatting. -Eyðmerkja og greina inntøkuuppgerðina hjá feløgum, undir hesum transfer pricing. -Yvirskipaða vitan um tonsaskatting, eftirlønarskatting, skatting í samband við deyða, bókhaldsskyldu og minstukrøv til ársroknskapir, ársuppgerð, ognaruppgerð, upplýsingarskyldu og innheinting, stuðulsskipan og gjald av vinningi við burturluting o.ø. -Leggja fram og orðað sína vitan og próvgrundir á rættan og samanhangandi hátt og við góðum málburði.
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka. Lesandi fær hálvan tíma til fyrireiking og hevur loyvi at hava pensum og annað tilfar frá undirvísingini við í fyrireikingarhølið. Próvtøkuspurningurin er um eitt ávíst evni í pensum. Uttanseturs próvdøming eftir galdandi próvtalsstiga. Atgongd til munnligu próvtøkuna er treytað av, at latin er inn ein skrivlig uppgáva.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Eyðfinnur Jacobsen: Føroyskur skattarættur umframt tilfarssavn. Tilsamans umleið 500 síður eru pensum.
Ábyrgd
Eyðfinnur Jacobsen