2434.14 - Byggi - og skipanarlóg


Skeiðsnummar
2434.14
Heiti
Byggi - og skipanarlóg
ECTS
10
Endamál
At veita innlit í føroyska byggi - og skipanar lóg, serliga í tær mongu lógkeldurnar á økinum ið merkt er av ymsum rættarskapandi stovnum, Løgtingi, fyrisiting og kommunum, vanligu rættarskipanini og serligum trætustovnum, ikki minst kærunevndini í lendismálum, sum tilsamans orða tinglógir, kunngerðir, kæruavgerðir, úrskurðir, dómar og álit. Á hesum øki eru ikki nógvar bókmentir, men munandi av venju. Henda venja og ymsu lógkeldurnar samvirka at skapa fjøltáttaða og broytiliga støðu. Síðan kærunevndin í lendismálum varð settur á stovn, er hon vorðin alsamt meiri týðandi sum tann stovnur ið samskipar og mennir hesa avbjóðandi skipan. Men framvegis hevur stóran týdning at hava innlit í tær stóru tinglógirnar á økinum, umframt ávirkan frá danskari lóg og altjóða stovnum, og ymsari serligari lóggávu ið mangan er viðkomandi, umframt tengdar siðvenjur. Skeiðið veitir kunnleika og háttalag at meta um hesa fjølb royttu rættarstøðu.
Innihald
Ske iðið byrjar við at ganga ígjøgnum hugtøk og háttalag viðkomandi fyri byggi - og skipanar lóg , eisini mótini við onnur lógøki. Síðani verða viðgjørd evni sum a lmenn eyðkenni, innihald byggisamtykta og býarskipan, byggimálsviðgerð, herundir grannahoyring og by ggiloyvi, innihaldslig krøv til bygging , og spurningar um friðing. Fyri hvørt av evnunum verða tikin fram mong dømi um byggi - og skipanar lóg í verki og praktiskar avbjóðingar, har tey lesandi verða kunnaði um, hvussu fyrisitingarligar meginreglur á hesum ø ki mýkja ætlanir og heimildir hjá stovnum og rættindum og virksemi hjá borgarum. Karmar eru settir í lóg, men innan hesar karmar skulu fyrisitarar leggja virki sítt til rættis. Fyrisiting av byggi - og skipanar lóg krevur oftast, at neyðugt er bæði at hava s erkunnleika á ávísum tøkniligum øki og at duga at brúka fyrisitingarligar meginreglur. Skeiðið skal tí geva teimum lesandi kunnleika og amboð at greina tær ymsu skyldur og reglur, ið hvíla á fyrisitingini innan byggi - og skipanar lóg. Tey lesandi verða fyri reikaði til bæði at taka avgerðir og at ráðgeva um byggi - og skipanar lóg í fyrisiting.
Læru- og undirvísingarhættir
40 tímar, harav 30 eru skipaðir í skema og aðrir eru vitjanir ella serlig øvilsi. Undirvísingin verður annars skipað við framløgum frá lærara og venjingum. Eisini verða studentaframløgur.
Læruúrtøka
Tey lesandi skulu: - Greiða frá byggi - og skipanar lóg, lógkeldum, heimildum, stovnum og t rætuskipanum. - Sýna ítøkiliga og breiða vitan um og fatan av innihaldsligu evnunum byggi - og skipanar lóg alment, innihald byggisamtykta og býarskipan, byggimálsviðgerð, i nnihaldslig krøv til bygging . - Sýna almenna fatan av friðingarlóg, kommunulóg, fyrisi tingarlóg og aðrari lóg av týdningi fyri byggi - og skipanarlóg. - Greiða frá viðkomandi tulkingarhættum og tulkingaravbjóðingum, eisini týdninginum av mennandi venju og ymsum sløgum av siðvenju. - Greiða frá heimildum og venju hjá ymsu royndarstovnunum og høvinum hjá pørtunum at nýta hesar stovnar. - Greina truplar avbjóðingar í byggi - og skipanar lóg við innliti í og fatan av øllum viðkomandi sløgum av lógkeldum. - Greina ta menning ið sæst ella er væntandi á ymsum økjum innan byggi - og skipanar lóg. - Leggja fram og føra fram við fatan av praktiska týdninginum av teim ymsu ásetingunum, siðvenjunum og mentu venjunum. - Miðla og orða vitan og framløgu fakliga og málsliga vandaliga merkt av greiðari skipan og høpi.
Próvtøkuháttur
Uttanseturs próvdøming (saman við lærara) Skrivlig avrik telja 1/3 av próvtalinum, skrivlig próvtøka 2/3. Til skrivligu próvtøkuna fær hin lesandi 6 tímar, og hevur hann loyvi at h ava pensum og annað tilfar við frá undirvísingini. Próvtøkuspurningurin er um ávíst evni í pensum.
Próvdøming
Uttanhýsis
Lestrarlisti
Bárður Larsen: tilfarssavn í byggi - og skipanar lóg – tøkt á FirstClass undan undirvísing. Týðandi tilfar er at finna á www.lum.fo , www.logir.fo og www.kaerustovnur.fo . Framløgur verða eisini brúktar sum stuðulstilfar til próvtøku. Bárður Larsen:
Ábyrgd
Bárður Larsen