2446.18 - Fiskiveiðurættur


Skeiðsnummar
2446.18
Heiti
Fiskiveiðurættur
ECTS
10
Fortreytir
Bachelor prógv ella samsvarandi við nóg mikið av løgfrøði
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at geva teimum lesandi eina fatan av tí lógarverki, sum er galdandi fyri fiskivinnu í Føroyum og fyri fiskiskap frá føroyskum fiskiførum. Her verður m.a. hugsað um almennar fyrisitingarrættarligar meginreglur, ítøkiligu skipanina av umsitingini á økinum, reglur um fiskiskap í føroyskum sjógvi og á leiðum, har føroyskir myndugleikar hava samráðst seg til rættindi at fiska á økinum hjá øðrum londum, v.m.
Innihald
Føroyska samfelagið gagnnýtir tað fiskatilfeingi, sum er undir løgræði hjá føroyskum myndugleikum. Føroyskir myndugleikar skipa útvinning av hesum fiskatilfeingi við lóggávu, sum heimilar, at einstaklingar og feløg fáa rættindi til ávísan fiskiskap. Settar verða hesum einstaklingum og feløgum ymiskar treytir, sum framganga av lóg og kunngerð á økinum og teimum loyvum, sum verða útskrivað. Skeiðið viðger hesa lóggávu saman við teimum altjóða reglum, ið hava týdning fyri regulering av fiskiveiðu. Greitt verður gjølliga frá skipanini við at veita loyvi, herundir - hvør veitir loyvi. - hvør kann fáa loyvi (persónar, feløg, útlendingar). - avmarkingar í mun til miðsavnan av rættindum. - hvørji sløg av rættindum eru. - hvørjar treytir fylgja við rættindum, og undir hvørjum fyritreytum kunnu loyvi verða mist/tikin aftur v.m. - tíðar- og økisbundnar avmarkingar í rættinum at fiska. Komið verður inn á høvuðsmunir í lóggávuni áðrenn og aftaná lógarbroytingina, sum fekk gildi frá 1. januar 2018. Viðgjørd verður skipanin av fiskiskapi í føroyskum sjógvi og við føroyskum skipum uttan fyri føroyskan sjógv, herundir kvotaskipanir og almennar ásetingar fyri fiskiskap. Til viðgerðar er eisini spurningurin um avhending av rættindum at veiða og undir hvørjum treytum, slík avhending kann fara fram v.m. Støði verður í stóran mun tikið í galdandi lóggávu, t.e. serliga lóg um fyrisiting av sjófeingi, sum kom í gildi 1. januar 2018, umframt tilhoyrandi kunngerðum. Umsitingin av økinum er fevnd av vanligum fyrisitingarrættarligum grundreglum, herundir kravinum um sakliga fyrisiting, krav um heimild fyri at taka avgerðir, krav um grundgeving, innlit v.m. Skeiðið tekur tí eisini støði í vanligum fyrisitingarligum grundreglum í tann mun, hesar eru viðkomandi fyri fiskiveiðilóggávu og -umsiting.
Læru- og undirvísingarhættir
38 tímar. Undirvísingin verður í høvuðsheitum skipað við framløgum frá lærarum og venjingum í tímanum.
Læruúrtøka
Tey lesandi skulu eftir lokið skeið kunna: -Sýna ítøkiliga og breiða vitan um og fatan av týðandi tættum í føroyskum fiskiveiðirætti. -Greiða frá samspæli millum fiskiveiðirætt og annan rætt, sum ognarrætt og fyrisitingarrætt, ið kann elva til tulkingaravbjóðingar, ið eru serstakar fyri fiskiveiðirætt. - Greina truplar ítøkiligar fiskiveiðirættarligar spurningar og í tí sambandi vísa vitan um allar viðkomandi rættarkeldur og prógva førleika at tulka. -Greina ta broyting, sum í seinastuni hevur verið innan føroyskan fiskiveiðirætt. -Miðla og orða vitan og framløgu fakliga og málsliga vandaliga merkt av greiðari skipan og høpi.
Próvtøkuháttur
Uttanseturs próvdøming (saman við lærarum) 4 tíma skrivlig roynd. Lesandi hava loyvi til at hava alt tilfar og egnar notur við til roynd.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Rúna F. Guttesen, Jógvan Elias Winther Poulsen og Eyðbjørn Larsen: Tilfarssavn á 500 síður – tøkt undan undirvísing á Moodle.
Ábyrgd
Bárður Larsen