Master í føroyskum
Um útbúgvingina
Her fært tú dýpdarkunnleika til føroyskt mál og bókmentir. Harumframt hvessir tú førleikarnar til at nýta vísindalig hugtøk, háttaløg og ástøði kritiskt.
Upptøkutreytir
Studentur, sum hevur lokið BA-prógv í føroyskum, kann søkja um upptøku á MA-námið.
Umsøkjarar við góðum BA-prógvi í øðrum málum og bókmentum kunnu verða tiknir inn eftir hóskandi treytum, sum verða ásettar nærri í hvørjum einstøkum føri.
Innihald
Áherðsla verður løgd á dýpdarkunnleika um føroyskt mál og bókmentir. Harumframt verður dentur lagdur á at menna førleikar at nýta viðkomandi vísindalig hugtøk, háttaløg og ástøði kritiskt.
MA í føroyskum er 120 ECTS. 90 ECTS eru frá lestrarevnum, har ið tann lesandi velur millum tey evni, sum eru í boði, ella kann seta saman sjálvlestrarevni. Endað verður við eini MA-ritgerð og verju, sum telur 30 ECTS.
T.d. verða lestrarevnini lestrarárið 2026/2027 hesi:
- Barna- og ungdómsbólmentir 10 ECTS
- Máltøka 10 ECTS
- Politiskar bókmentir 10 ECTS
- Mál, dátur og tøkni 10 ECTS
- Føroyskar og íslendskar samtíðarbókmentir 10 ECTS
- Norn og máldeyði 10 ECTS
Skipan av útbúgvingini
Fróðskaparsetrið bjóðar nýggj skeið út á hvørjum ári, og tað ber til at seta saman útbúgvingina eftir egnum áhuga. Útbúgvingin endar við eini masterritgerð.
Tey kravdu skeiðini til MA í føroyskum eru hesi:
- Skeið 90 ECTS
- MA-ritgerð við munnligari verju 30 ECTS
Framtíðarmøguleikar
MA í føroyskum máli og bókmentum er útbúgving, sum gevur undirvísingarførleika í føroyskum á miðnámsskúlum og hægri skúlum. Eisini gevur útbúgvingin góðan førleika at starvast í eitt nú fjølmiðlunum, á forløgum, sum týðarar, málsligir ráðgevar og sum vísindaligt starvsfólk.
Framhaldandi útbúgving
Lokið MA-prógv við góðum úrsliti gevur møguleika at fara undir ph.d.-nám í Føroyum og uttanlands.
Lestrarlív
Tá tú byrjar at lesa á Fróðskaparsetri Føroya, verður tú partur av einum livandi og tætt knýttum lestrarumhvørvi mitt í hjartanum av Havnini. Her ert tú – saman við hinum lesandi – í miðdeplinum, bæði tá ið tað kemur til læring og sosialt lív.
Frá fyrsta degi verður tú væl móttikin til eina skipaða intro-viku og verður partur av einum lestrarbólki saman við øðrum nýggjum lesandi.
Gott lestrarumhvørvi
Á Setrinum verður nógv gjørt fyri at skapa eitt gott lestrarumhvørvi. Her eru lestrarhøli, køkar og lestrarstovur, har tú kanst arbeiða saman við øðrum, drekka ein kaffimunn og taka tær av løttum.
Tú fært skjótt eina kenslu av, hvussu tað er at lesa á einum universiteti, og hvussu tað er at vera partur av einum spennandi og mennandi felagsskapi.
Felagsskapur og netverk
Tú kanst eisini luttaka í ymiskum felagsskapum og tiltøkum, sum verða skipað av og fyri lesandi. Her møtir tú fólki úr øðrum útbúgvingum og árgangum – eitt frálíkt høvi at knýta vinabond og skapa eitt sosialt netverk. Eisini hevur tú møguleika at luttaka í ráðum og nevndum, har tú kanst gera mun og fáa royndir, sum kunnu brúkast seinni í lívinum.
At lesa í Føroyum merkir eisini, at náttúran og mentanin eru altíð tætt við. Tað er stutt millum lestrarhøli og fjøll, hav og mentanarlív – og hetta ger Tórshavn til eitt serliga gott stað at vera lesandi.
Master í føroyskum
Master of Arts in Faroese Language and Literature
- Lestrartíð 2 ár
- Deild Føroyamálsdeildin (FMD)
- Tal á Lesandi Øll, sum lúka upptøkutreytirnar, koma inn
- ECTS 120
- Lestrargjald (Fulltíðarlestur) Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum o.ø. Norðurlondum
- Lestrargjald (Stakgreinir) 200 DKK/ECTS
Endamál
MA-útbúgving í føroyskum veitir kunnleika á høgum akademiskum stigi í vísindaligum lærugreinum í føroyskum. Útbúgvingin mennir evnini hjá studentunum til kritiska støðutakan og sjálvstøðugt vísindaligt arbeiði.
Til ber eisini at taka samansett MA. Í samansettum MA kann føroyskt antin vera høvuðsgrein ella hjánám.
Skeiðsheitini eru dømi uppá lestrarhálvur og eru ymisk frá hálvu til hálvu.
Bygnaður
1. lestrarhálva | 2. lestrarhálva | 3. lestrarhálva | 4. lestrarhálva |
|---|---|---|---|
Hav, strond og tíð | Málbroyting og málvariatión | Barna- og ungdómsbókmetir |
|
Frásagnarmedisin | Vistgreining | Politiskar bókmentir |
MA ritgerð
|
Samfelagsmálvísindi | Bókmentakritikkur og ummæli | Norn og máldeyði 10 ECTS |
|
Próvtøkur
Skipað verður fyri próvtøkum tvær ferðir um árið. Vetrarpróvtøkur eru í desember og januar, summarpróvtøkur eru í mai og juni. Skipað verður fyri endurpróvtøku og sjúkrapróvtøku um várið og um heystið.
Nærri kunning
Nærri kunning fæst við at venda tær til Irenu Tróndheim, lestrarvegleiðara ella Zakaris Svabo Hansen, útbúgvingarleiðara.