1472.20 - Orðabókafrøði (MA)


Skeiðsnummar
1472.20
Heiti
Orðabókafrøði (MA)
ECTS
10
Fortreytir
Studenturin skal hava staðið BA í føroyskum ella samsvarandi. Til ber eisini at taka skeiðið sum stakskeið við øðrum fortreytum (víst verður til galdandi námsskipan).
Endamál
Orðabókafrøði er læran um orðabøkur í breiðari merking. Endamálið við skeiðinum er at geva studentunum ástøðiligt og verkligt innlit í málvísindagreinina orðabókafrøði (leksikografi), t.e. hvussu orðabøkur eru uppbygdar og hvat eyðkennir tær sum tekstslag. Studentarnir skulu læra, hvussu orðabókaarbeiði verður gjørt, hvussu orðabókahøvundar arbeiða við ein- og tvímálsligum orðabókum, um ritstjórnarligar meginreglur í orðabókaarbeiði sum heild, um bygnað, orðatilfar, orðafrágreiðingar, týðingar millum mál, keldur, málbólk o.s.fr. Eisini skulu studentarnir læra um munin millum orðabókafrøði og yrkisorðafrøði (terminologi).
Innihald
Innihaldið er bæði ástøðiligt og verkligt. Ein-, tví- og fleirmálsligar orðabøkur verða viðgjørdar. Í gjøgnumgongdini av einmálsligum orðabókum verður dentur lagdur á mikro- og makrobygnað, orðatilfar, skilmarkingar, keldugrundarlag, nýtsludømi o.a. Í teimum tvímálsligu orðabókunum verða harumframt týðingar millum mál viðgjørdar. Í tí yrkisorðaliga partinum verður komið inn á yrkisorðafrøði (terminologi) og tann mun, sum er millum orðabókafrøði og yrkisorðafrøði. Mest eru tað føroyskar orðabøkur og orðalistar, sum verða viðgjørd. Høvuðsdenturin er á samtíðarligum orðabókum og –listum, men nakað verður gjørt burtur úr eldri orðabókum og -listum. Við støði í tí ástøðiliga partinum verða orðabøkur viðgjørdar og mettar.
Læru- og undirvísingarhættir
Mest læraraframløgur, men eisini studentaframløgur um orðabøkur og ástøði um orðabøkur.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er endað, skal studenturin vera før/ur fyri at: • Greiða frá orðabókafrøði og meta um, hvat eyðkennir orðabókafrøði og yrkisorðafrøði sum vísindagreinar bæði ástøðiliga og verkliga. • Taka støðu til dygdina í orðabókum, bæði ein- og tvímálsligum, og góðum orðalistum. • Greiða frá og meta um, hvussu orðabókaarbeiði fer fram í verki. • Meta um týðingar í tvímálsligum orðabókum. • Greina og meta um keldugrundarlagið undir føroyskum orðabókum.
Próvtøkuháttur
Próvtøkuháttur: Skrivlig próvtøka í seks tímar við øllum hjálparamboðum.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlisti verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan.
Ábyrgd
Jógvan í Lon Jacobsen