1473.20 - Mentanararvur (MA)


Skeiðsnummar
1473.20
Heiti
Mentanararvur (MA)
ECTS
10
Fortreytir
Studenturin skal hava staðið BA í føroyskum ella samsvarandi. Til ber eisini at taka skeiðið sum stakskeið við øðrum fortreytum (víst verður til galdandi námsskipan).
Endamál
Endamálið við skeiðinum er, at studentarnir fáa fatan av, hvussu hugtakið “mentanararvur” er vorðið til og hvussu tað verður brúkt í ymiskum høpi gjøgnum tíðina, bæði í Føroyum og úti í heimi. Studentarnir kunna seg við altjóða gransking og vísindaligt kjak um mentanararv og gerast førir fyri at meta um og taka lut í hesum kjaki á sjálvstøðugan og kritiskan hátt.
Innihald
Hvat er mentanararvur og hvørjum endamáli tænir hann? Hví tykist hann altíð at vera fyri hóttafalli? Hvussu tvinnar hann saman fortíð og samtíð? Á hvønn hátt teingist hann tjóðini? Søguvísindum? Alheimsgerð? Kapitalismu? Politikki? Á námskeiðinum viðgera vit hesar spurningar og kunna okkum við gransking av mentanararvi, sum fer fram innan tjóðfrøði, mannfrøði, listfrøði, samfelagsfrøði, savnsfrøði, søgufrøði og fornfrøði, til tess at fáa hylling á, hvat ið rørir seg innan hetta skjótt vaksandi granskingarøkið.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað við fyrilestrum og kjaki um lisna tilfarið, umframt sjálvstøðug skrivlig avrik og studentaframløgur.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið skal studenturin vera før/ur fyri at: • Greiða frá hugtakinum mentanararvi í søguligum og samtíðarligum høpi og kunna seta dømi í samband við hvørt annað. • Greina arbeiðið við varðveitslu av mentanararvi og hvørjar avbjóðingar, hetta ber við sær, bæði í altjóða og føroyskum samanheingi. • Greina ymisk dømi um mentanararv við støði í grundleggjandi hugtøkum innan altjóða gransking av mentanararvi. • Meta um og kjakast um mentanararv sum altjóða hugtak og fyribrigdi. • Meta um og kjakast vísindaliga um arbeiði við mentanararvi í Føroyum.
Próvtøkuháttur
Munnlig hálvtíma framløga við trimum døgum til fyrireiking um uppgivið evni. Virkin luttøka er kravd fyri at sleppa til próvtøku. Á hesum skeiðinum merkir virkin luttøka, umframt nøktandi uppmøting, framløgur og fyrireikað luttøka í kjaki í tímunum, at studenturin tekur lut í trimum krossroyndum gjøgnum skeiðið og letur eina skrivliga uppgávu inn, sum verður støði undir endaligu próvtøkuni.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Studentarnir skulu útvega sær hesar bøkur undan skeiðinum: • Harrison, Rodney (2013). Heritage: Critical Approaches. London: Routledge. • Valdimar Tr. Hafstein (2018). Making Intangible Heritage. Indiana University Press. Annar ásettur lesnaður verður útflýggjaður sum talgildar greinar, tá ið námsskeiðið byrjar, og skrásettur fyri hvørja viku. Roknast skal við, at meginparturin av lisna tilfarinum verður á enskum, men heimligt miðlatilfar á føroyskum verður eisini viðgjørt.
Ábyrgd
Tóta Árnadóttir