1483.21 - Kyn og miðaldarsøgur í Sjúrðarkvæðunum (MA)


Skeiðsnummar
1483.21
Heiti
Kyn og miðaldarsøgur í Sjúrðarkvæðunum (MA)
ECTS
10
Fortreytir
Studenturin skal hava staðið BA í føroyskum ella samsvarandi. Til ber eisini at taka skeiðið við øðrum fortreytum (víst verður til galdandi námsskipan).
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at tann lesandi ognar sær grundleggjandi innlit í Sjúrðarkvæðini, kunnleika um annan Sjúrðarskaldskap og verður førur fyri at greina kvæðini í sambandi við viðkomandi ástøði.
Innihald
Vit lesa Sjúrðarkvæðini nágreiniliga, Vølsungasøgu, Didriks av Berns søgu, brot úr Nibenlungenlied og annan skaldskap um Sjúrð og viðkomandi ástøði um kyn og bókmentir.
Læru- og undirvísingarhættir
Lærara- og studentaframløgur.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal tann lesandi duga at • greina og meta kvæði sum tekstslag • greiða frá viðkomandi kynjafrøði í greining við hóskandi kritiskari frástøðu • lýsa og greina kvæðini við støði í ástøði um skaldskap av manna munni • greina Sjúrðarkvæðini bókmentaliga og kynjafrøðiliga • kritiskt greina kvæðini við støði í søgum um sama sagnaring.
Próvtøkuháttur
Munnlig hálvtíma framløga við trimum døgum til fyrireiking um uppgivið evni.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Fyribils lestrarlisti: Sjúrðarkvæðini – frábrigdið, ið J. H. Schrøter skrivaði niður í 1818. Føroya kvæði. Corpus Carminum Færoensium. 1951-63. A Sv. Grundtvig et J. Bloch Comparatum. Band l. Ritstj. N. Djurhuus og Chr. Matras. Ejnar Munksgaard, Kopenhagen Ballads – New Approaches. Kvæði – nýggj sjónarmið. 2018. Ritstj. Malan Marnersdóttir, Eyðun Andreassen, Sanna A. Dahl, Tina K. Jacobsen og Erling Isholm. H. N. Jacobsens bókahandil, Fróðskapur. Faroe University Press, Tórshavn Kamban, Brynhild. 2020. Kenn mær einki um. Kyn, frásagnarviðurskifti og frábrigdi í Sjúrðarkvæðunum. Setursrit 11. Fróðskapur, Faroe University Press, Tórshavn Aftur at hesum lesa vit ymiskar greinar um evnið. Lestrarlisti verður útflýggjaður á Moodle í seinasta lagi við skeiðsbyrjan.
Ábyrgd
Zakaris Svabo Hansen