1493.22 - Autofiktión (MA)


Skeiðsnummar
1493.22
Heiti
Autofiktión (MA)
ECTS
10
Fortreytir
Studenturin skal hava staðið BA í føroyskum ella samsvarandi. Til ber eisini at taka skeiðið sum stakskeið við øðrum fortreytum (víst verður til galdandi námsskipan).
Endamál
Studentarnir ogna sær holla fatan av autofiktión sum tekstaslagi, kunnleika um paratekst, medialisering, fiktionalitet eins og serligu støðuna hjá høvundinum í hesum ritverkum. Haraftrat fáa studentarnir innlit í autofiktión sum granskingarevni, ið krossar mørkini ímillum fakta og fiktión (t. d. skaldsøgu og sjálvsævisøgu), við støði í hevdvunnari sjangrufatan. Studentarnir menna sínar førleikar at arbeiða greinandi og ástøðiliga við autofiktión sum tekstaslagi í norðurlendskum høpi.
Innihald
Autofiktión sum tekstaslag verður lýst við støði í føroyskum og norðurlendskum verkum. Ástøðiligir tekstir verða lisnir og settir í samband autofiktión og autofiktionella rákið í bæði søguligum og nútíðarligum høpi.
Læru- og undirvísingarhættir
Lærara- og studentaframløgur, bólkaarbeiði, kjak
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, er tann lesandi før/ur fyri at: - sýna holla vitan um autofiktión og lýsa og gera mun á høvuðstáttunum í autofiktión - greiða sjálvstøðugt frá granskingarøkjum í samtíðini og seta tey í samband við nýggjar autofiktivar bókmentir - nýta tey frøðiheiti, ið hoyra til nevnda granskingarøkið - greina og meta um autofiktión við støði í ástøðiliga tilfarinum og í norðurlendskum høpi. - meta sjálvstøðugt um ástøði og háttalag í greiningini av autofiktión sum tekstslagi
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Verk. Silvia Henriksdóttir. 2011. Sig at du lyver. William Smith. 2015. Hinumegin garðin. Høgni Mohr. 2017. Fractura nasi. Geir Gulliksen. 2017. Historie om et ægteskab. Greinar. Gérard Genette, Stig Hjarvard, Johnny Kondrup, Philippe Lejeune, Stefan Iversen, Henrik Skov Nielsen, Poul Berendt, Lilian Munk Rösing, Stefan Kjerkegaard, Franz K. Stanzel, Tzvetan Todorov, Richard Walsh o.o. Eisini ymiskt tilfar, ið hoyrir paratekstinum til verður partur í undirvísingini. Fullfíggjaður bókmentalisti verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan.
Ábyrgd
Zakaris Svabo Hansen