1494.22 - Norn og máldeyði (MA)


Skeiðsnummar
1494.22
Heiti
Norn og máldeyði (MA)
ECTS
10
Fortreytir
Studenturin skal hava staðið BA í føroyskum ella samsvarandi. Til ber eisini at taka skeiðið sum stakskeið við øðrum fortreytum (víst verður til galdandi námsskipan).
Endamál
Endamálið er, at tann lesandi ognar sær hollan kunnleika um meginhugtøk, ástøði og háttaløg, sum málfrøðingar nýta at viðgera máldeyða, við serligum denti á norn og málskiftið frá norn til skotskt.
Innihald
Tematiskt er skeiðið í tveimum. Annar parturin snýr seg um útdeyða málið norn og keldur tess, serstakliga Hildinakvæði. Hin parturin er ein almenn innleiðsla í fyribrigdið máldeyða við serligum atliti at norn og máldeyða tess.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin verður skipað sum læraraframløgur, framløgur hjá teimum lesandi og kjak.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið er tann lesandi før/ur fyri at: • greiða frá og meta um ástøði og háttaløg, ið viðgera máldeyða • greiða frá norn og meta um tær keldur, ið finnast til hetta útdeyða mál • greina máldeyða tess við ástøðiligum hugtøkum • geva boð upp á eina dagfesting av máldeyða tess út frá teimum keldum og upplýsingum, ið eru til taks.
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka í 6 tímar.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Verður útflýggjaður við lestrarbyrjan og lagdur á Moodle.
Ábyrgd
Zakaris Svabo Hansen