1476.21 - Nútíðarføroyskt. Setningafrøði (MA)


Skeiðsnummar
1476.21
Heiti
Nútíðarføroyskt. Setningafrøði (MA)
ECTS
10
Fortreytir
Studenturin skal hava staðið BA í føroyskum ella samsvarandi. Til ber eisini at taka skeiðið sum stakskeið við øðrum fortreytum (víst verður til galdandi námsskipan).
Endamál
Studenturin skal ogna sær vitan um eldri og nýggjari gransking í føroyskum innan økið setningafrøði.
Innihald
Farið verður ígjøgnum kap. 5 í Faroese. An Overview and Reference grammar (2004; 2012). Aftur at hesum verða ymiskar greinar um evnið setningafrøði lisnar, og vit lesa Føroysk mállæra II. Grunddrøg í føroyskari syntaks.
Læru- og undirvísingarhættir
Pultundirvísing, framløgur, bólkaarbeiði, orðaskifti.
Læruúrtøka
Studenturin skal duga • at arbeiða kritiskt við tí tilfari, hann/hon fær útflýggjað • at meta um virði í tí, sum arbeitt verður við • at meta um og brúka tilfarið í víðari arbeiði sínum við føroyskum. Hugsað verður tá um undirvísing, gransking og miðlan alment av evninum.
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka í 6 tímar. Øll hjálparamboð eru loyvd.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Faroese. An Overview and Reference Grammar. H. Thráinsson, H. P. Petersen, J. í Lon Jacobsen & Z. S. Hansen. Føroysk mállæra II. Grunddrøg í føroyskari syntaks. H. P. Petersen. Aftur at hesum verða ymiskar greinar o.a. tilfar lisið. MA lesandi skulu geva upp uml. 800 bls.
Ábyrgd
Hjalmar Páll Petersen