1477.21 - Týðingarfrøði (MA)


Skeiðsnummar
1477.21
Heiti
Týðingarfrøði (MA)
ECTS
10
Fortreytir
Studenturin skal hava staðið BA í føroyskum ella samsvarandi. Til ber eisini at taka skeiðið sum stakskeið við øðrum fortreytum (víst verður til galdandi námsskipan).
Endamál
At studenturin ognar sær innlit í ástøðiligar og verkligar spurningar í sambandi við týðing og kunnleika um støðuna hjá týðing í samfelagnum. Við støði í viðkomandi ástøði um týðing gevur skeiðið førleikar og amboð til at greina týðingartilgongdir og meta um fjølbroytni í týðing.
Innihald
Arbeitt verður við almennum ástøðiligum og verkligum spurningum viðvíkjandi týðing. Við støði í viðkomandi ástøði um týðing verður eitt úrval av fagurbókmentaligum og yrkisbókmentaligum tekstum greint við atliti at ymsum frøðiligum sjónarhornum. Arbeitt verður eisini verkliga við týðingum og við høvuðstáttum í verkligari týðingartilgongd.
Læru- og undirvísingarhættir
Lærara- og studentaframløgur, kjak og venjingar.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið, hevur studenturin: • fingið hollan ástøðiligan kunnleika um týðing • fingið førleika sjálvstøðugt og kritiskt at nýta amboð at greina og meta um týðing og stílfrøði • lært at seta greinda týðing í samband við lisið ástøði • lært at meta kritiskt um um høvuðstættir í týðingartilgongd ástøðiliga og verkliga • fingið kunnleika og lært at meta um støðuna hjá týðing í samfelagnum • fingið hollan kunnleika til frøðimál á økinum.
Próvtøkuháttur
Heimauppgáva (tvær vikur) um eitt uppgivið evni.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Fullfíggjaður lestrarlisti verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan. Lisið verður burtur úr hesum verkum: Mona Baker: In Other Words. A Coursebook on Translation. 2018. Routledge. Ole Buhl: Oversættelse – fra teori til praksis. 2005. Hans Reitzels forlag. Lita Lundquist: Oversættelse. Problemer og strategier, set i tekstlingvistisk og pragmatisk perspektiv. 2010. Forlaget Samfundslitteratur. Jeremy Munday: Introducing Translation Studies. Theories and Applications. 2016. Routledge. Kirsten Marie Øveraas: 10 faldgruber. Oversættelse for ikke-oversættere. 2020. Samfundslitteratur. Úrval av greinum og aðrir tekstir.
Ábyrgd
Zakaris Svabo Hansen