1491.19 - Innsavning (sjálvlestrarevni) (MA)


Skeiðsnummar
1491.19
Heiti
Innsavning (sjálvlestrarevni) (MA)
ECTS
10
Fortreytir
Studenturin skal hava staðið BA í føroyskum ella hava samsvarandi fortreytir.
Endamál
At studenturin fær innlit í og lærir at savna inn málsligt tilfar og mennir síni evni at arbeiða við málsligum dátum. Studenturin útvegar sær eisini ástøðiligt innlit í økið við at lesa faktekstir um evnið.
Innihald
Studenturin nemur sær innlit í háttaløg viðv. innsavning av málsligum dátum. Dátur verða innsavnaðar úr ymiskum tekstasøvnum (korpusum), umframt at studenturin fer út við spurnabløðum, sum hann evnar til, og savnar inn dátur frá heimildarfólkum og skipar og viðger hesar dátur. Studenturin fær vegleiðing í, hvussu dáturnar skulu skipast og greinast, og hvussu spurnablaðið skal gerast. Studenturin skal eisini lesa ymiskt ástøðiligt tilfar sum sjálvlestur. Dátuinnsavningin savnar seg um ditransitiv sagnorð, t.e. sagnorð sum antin taka tvey ávirki ella eitt ávirki og fyrisetingarheild. Dáturnar skulu brúkast til at kanna driv móti analysiteti.
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið verður skipað sum sjálvlestrarevni, so tað samsvarar við 3 tímar um vikuna í eina lestrarhálvu. Studenturin ger í samráð við leiðbeinara ein lestrarlista og eina ætlan fyri, nær innsavningararbeiðið skal gerast og hvussu tað verður fullført.
Læruúrtøka
Tá ið sjálvlestrarevnið er lokið, hevur studenturin: • fingið ástøðiligan kunnleika um innsavning av málsligum dátum • lært ymiskar arbeiðshættir viðvíkjandi innsavning av málsligum dátum • fingið innlit í føroysku tekstasøvnini • fingið førleika sjálvstøðugt at nýta tekstasøvn til at kanna ymisk málslig fyribrigdi • lært at seta saman spurnablað og at fáa til vega heimildarfólk • lært og fingið venjing í at arbeiða við málsligum dátum. • lært at skipa og viðgera málsligar dátur • lært at greina málsligu dáturnar, soleiðis at tað ber til at leggja fram ítøkilig úrslit • lært at brúka ástøði í vísindaligum greiningararbeiði • lært at hugsa og meta kritiskt um háttaløg og ymisk ástøði • lært at nýta frøðimálið, sum hoyrir til evnið
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka í 30 minuttir (við 30 minuttum í fyrireikingartíð).
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Sakel, J. & Everett, D. L. (2012). Linguistic Field Work. Cambridge. Cambridge University Press. Ladefoged, Peter. (2003). Phonetic Data Analysis. An Introduction to Fieldwork and Instrumental Techniques. Malden, MA: Blackwell Publishing.
Ábyrgd
Hjalmar Páll Petersen