1560.04 - Málføri


Skeiðsnummar
1560.04
Heiti
Málføri
ECTS
10
Endamál
Føroysk málvariatión verður viðgjørd.
Innihald
Í hesum lestrarevni verður føroysk málvariatión viðgjørd. Lagt verður fyri við at lýsa málvariatión alment, av hvørjum slag hon kann vera og hvat ið treytar hana. Síðan verða - við støði í úrvaldum variablum (brigðlum) - føroyskar dialektir gjøgnumgingnar. Hetta verður í fyrstu syftu gjørt úr nútíðarsjónarhorni, men eisini verður litið aftureftir fyri at fáa tað málsøguliga baksýnið við. Eldri lýsingar av føroyskum máli verða gjøgnumgingnar fyri at vita hvat tær siga um føroyskar dialektir, og hugt verður at royndum sum eru gjørdar at flokka dialektirnar. Sætt úr nútíðar sjónarhorni verður hugt at dialektnýtslu ella dialektalari variatión í almennum høpi, t.d. í fjølmiðlum og skúla, talu mótvegis skrift o.s.fr. Spurningurin um vit hava eitt "ríkisføroyskt", verður viðgjørdur. Arbeitt verður við tekstum og bandupptøkum, men rúm er eisini fyri studentaframløgum, t.d. við støði í egnum eygleiðingum.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvíst verður tað ið svarar til 3 tímar um vikuna (mikudag 9-12).
Próvtøkuháttur
Skrivlig roynd ella frí heimauppgáva.
Ábyrgd
Eivind Weyhe