1825.04 - Fólkanavnafrøði


Skeiðsnummar
1825.04
Heiti
Fólkanavnafrøði
ECTS
20
Endamál
Endamálið er m.a. at viðgera ymiskar navngávuhættir frá elstu tíðum til í dag.
Innihald
Hjá øllum tjóðum eru ymsar áneyðir at skilja einstaklingin frá fjøldini. Eyðvaldur háttur til tess er at navngeva einstaklingin. Endamálið við hesum lestrarevni í fólkanavnafrøði er m.a. at viðgera ymiskar navngávuhættir frá elstu tíðum til í dag. Tann elsti norrøni navngávuhátturin, sum vit kenna, er tilbrigdishátturin, t.e. at tvíliðað nøvn í t.d. einari ætt eru saman um ein og sama navnalið, meðan hin navnaliðurin skiftir. Ein annar navngávuháttur er at lata nøvnini byrja við sama stavi, kallaður stavrímshátturin. Hesir báðir navngávuhættir verða lýstir. Viðgjørdur verður eisini ein annar vanligur navngávusiður, so langt, ið søgur ganga frá, t.e. uppkallingin. Hon hevur enn stóran týdning, tá ið barn skal fáa navn, tó at bondini eru nakað linkað nú í samanburði við tað, sum var. Nortið verður við uppkallingarreglur og -siðir gjøgnum tíðirnar. Sannroynd er, at fólkanøvn kunnu vera ein spegil av teimum andligu rákum, sum bera við eitt land. Kristnitøkan, ið ivaleyst er týdningarmesta siðmenningarrák uttaneftir, tók ikki einans aldagamla gudalæru og samfelagsskipan av grundum, men hevði eisini umfatandi mentanarbroytingar við sær. Kunnað verður um, hvørja ávirkan hon hevði á navnagávuna. Tað gamla var, at eitt navn var upp á fólkið, ikki meiri. Sagt er, at fyrstur í Norðurlondum at geva børnum sínum tvey nøvn, var Kristjan 4. kongur um miðja 17. øld. Tó eru fyrr úr miðøld spor eftir tveimum nøvnum hjá nýkristnaðum fólki, sum hevur fingið eitt halgimennisnavn afturat sínum upprunaliga navni. Nýggi siðurin við tveimum nøvnum vindur skjótt upp á seg, og tvínevnini nørdust til fleirnevni. Við fleirnevnissiðinum tóku aðrir siðir seg eisini upp, t.d. uppkalling eftir fríggja-, sunnu- og álmanakkadegnum. Hesin navnasiður verður lýstur umframt ta ávirkan, hann t.d. hevði á konufólkanøvnini. Høvuðseyðkennið fyri fornu norðurlendsku nøvnini er, at tey í flestum førum eru tvíliðað, men einliðað nøvn vóru tó eisini ógvuliga vanlig. Ein týðandi bólkur av einliðaðum nøvnum eru tey sonevndu stuttnevnini og kelinøvnini. Kunnað verður um hesi nøvn og harafturat um ymisk sløg av viðurnevnum. Frá gamlari tíð hevur tað verið siður hjá germonskum tjóðum at eyðkenna einstakling við at skoyta -son ella -dóttir upp í faðirs navn og við hvørt móður navn. Nakað fyri miðja 19. øld gerast hesi faðirsnøvn føst -sen-eftirnøvn. Kunnað verður um hetta og um tey føstu ættarnøvnini, t.e. ikki -sen-eftirnøvn. Í 1992 kom okkara fyrsta fólkanavnalóg í gildi. Kunnað verður um hana og um ta nýggju lógina, sum kom í gildi 1. juli 2002 umframt um aðrar danskar lógir, ið hava havt gildi í Føroyum og um, hvørja ávirkan tær hava havt á navnagávuna. Kunnað verður um yrkisorð innan fólkanavnafrøðina, granskingarsøgu og -úrslit. Í tí sambandinum verða lisnar greinir og ritgerðir, sum viðgera hesi evni. Kunnað verður um fólkanavnakeldur úr ymsum tíðarskeiðum, og tað er ætlanin, at studenturin skal læra at viðgera navnatilfar við støði í granskingarháttaløgum – eisini skal hann í hvussu er hava tvær framløgur.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvíst verður tað ið svarar til 3 tímar um vikuna.
Próvtøkuháttur
Skrivlig roynd ella frí heimauppgáva.
Ábyrgd
Anfinnur Johansen