1838.04 - Norrøn søga og yrking


Skeiðsnummar
1838.04
Heiti
Norrøn søga og yrking
ECTS
10
Endamál
Arbeitt verður við norrønum bókmentum. Minni kend tekstsløg og tekstdømi verða tikin fram, og serliga verður arbeitt við málsniðinum, stílinum og tekstslagnum. Eisini verður hugt at tekstunum í tí samfelagshøpi, sum teir eru sprotnir úr.
Innihald
Norrønar bókmentir – t.e. bókmentir á vesturnorrønum máli í tíðarskeiðinum um. 1100 – uml. 1540 – eru merkiliga ríkar. Víðagitnastu partarnir av teimum, eddukvæði og fornsøgur, eru væl kendar eisini millum norðbúgvar í nútíðini; tað ber t.d. til at taka til eddukvæðið Hávamál, kongasøgur sum Heimskringlu og íslendingasøgur sum Njáls søgu í eini veitslurøðu og vera vís í góðari undirtøku. Á hesum skeiðinum fara vit serliga at taka fram minni kend tekstsløg og tekstdømi. Lisin verða uml. 50 ørindi (400 reglur) av eddukvæðum og drottkvæðum umframt uml. 150 síður av, mest reglurøttum, prosa av ymsum slag (fornaldarsøgu, halgisøgu, kongasøgu, riddarasøgu, lógir, lærutekstir, prædikur o.a.). Tað fer serliga at verða arbeitt við málsniðinum, stílinum og tekstslagnum. Eisini verður hugt at tekstunum í tí samfelagshøpi, sum teir eru sprotnir úr. Tekstirnir verða útflýggjaðir í ljóstaki. Bakgrundsbókmentir: Hallvard Lie. 1937. Studier i Heimskringlas stil. Dialogene og talene. Oslo. Preben Meulengracht Sørensen. 1977. Saga og samfund. København. Preben Meulengracht Sørensen. 1980. Norrønt nid. Odense. Þórir Óskarsson. 1994. “Íslensk stílsaga” í: Íslensk stílfræði. Ritstj. Þorleifur Hauksson. Reykjavík. Greinir í Kulturhistorisk leksikon for nordisk middelalder.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrra helvt av oktober 2004 og frá 7. februar til 4. mars 2005.
Próvtøkuháttur
Bundin heimauppgáva.
Ábyrgd
Jonna Louis-Jensen