1840.05 - Føroysk táttayrking


Skeiðsnummar
1840.05
Heiti
Føroysk táttayrking
ECTS
20
Endamál
Føroyskur táttaskaldskapur verður gjøgnumgingin og viðgjørdur.
Innihald
Soleiðis sum undirvísingin í hesum lestrarevni kemur at verður løgd upp, verður evnið at flokka undir samansettum evnum (sbr. námsskipanina s. 23). Sjónarhornið verður filologiskt í klassiskari merking. Í undirvísingini í hesum evni verður føroyskur táttaskaldskapur gjøgnumgingin og viðgjørdur. Tættir verða lýstir sum tekstslag, og tá samanbornir við sokallaðar skemtivísur, sum kendar eru á føroyskum og øðrum norðurlandamálum, og við annan føroyskan kvæðaskaldskap. Arbeitt verður í stóran mun við gjøgnumgongd av táttatekstum, báði úr útgávum og úr óprentaðum handritum. Pláss verður eisini fyri studentaframløgum. Spurningar sum eitt nú hesir kunnu verða umrøddir: - Orðið táttur - Varðveitsla av táttum í kvæðahandritum. Kendir og ókendir tættir. Horvnir tættir - Evnir sum verða viðgjørd í táttum - Formur og stílur - Tátturin og samfelagið - Nýtsla (sosial funktión) - Hvørji táttaskald vita vit um? - Nýggjari tættir (Verða tættir framvegis yrktir, og til hvørji endamál?) Av bókmentum kunnu fyribils nevnast: Bengt R. Jonsson o.a. (ed.): The Types of the Scandinavian Medieval Ballad. Oslo - Bergen - Tromsø 1978: Universitetsforlaget. Olav Solberg: Den umsnudde verda. Oslo 1993: Solum forlag. Føroya kvæði bd. VI. Keypmannahavn 1972: Akademisk Forlag. Jóannes Patursson: Táttabók. Tórshavn 1934: Prentsmiðja Tingakross. Politiskir táttar I. Tórshavn 1916: Prentsmiðja "Fram"s. Jakob Jakobsen: Poul Nolsøe Lívssøga og yrkingar. Tórshavn 1912. 2. útg. 1966. Marius Johannesen: Tættir I-V. Tórshavn 1966-1978: Tingakrossur/Bókaforlagið Grønalíð.
Læru- og undirvísingarhættir
3 tímar um vikuna (mikudag kl. 9-12), heystið 2005 og várið 2006.
Próvtøkuháttur
Skrivlig roynd í 8 tímar.
Ábyrgd
Eivind Weyhe