1843.05 - Ritverkið hjá J. P. Heinesen


Skeiðsnummar
1843.05
Heiti
Ritverkið hjá J. P. Heinesen
ECTS
10
Endamál
Ætlanin við skeiðnum er at lesa týðandi úrvaldar partar av tí, sum Jens Pauli Heinesen hevur skrivað.
Innihald
Jens Pauli Heinesen hevur verið virkin á nógvum økjum í samfelagnum, og fleiri av verkum hansara eru umsett til onnur mál. Á skeiðinum verða nakrir av høvuðsspurningunum: Hvat eyðkennir ritverkið formliga og tematiskt? Hvussu avmyndar tað samtíðina og hvussu hevur samtíðin sett dám á tað? Hvussu avmyndar ritverkið Jens Paula Heinesen og hvussu avmyndar Jens Pauli Heinesen tað? Hvussu hevur verið tikið ímóti tí, sum Jens Pauli Heinesen hevur skrivað? Lisnar verða skaldsøgur, stuttsøgur, yrkingar, essay og greinir eftir J. P. Heinesen sjálvan umframt greinir og viðgerðir av støkum verkum og ritverkinum sum heild. Til tess at lýsa ritverkið í altjóða bókmentasøguligum høpi verða verk og brot úr verkum á øðrum málum tikin við. Ástøðiliga verður talan um at lýsa ritverkið m.a. í mun millumtekstleika og post-kolonialismu. Undirvísingin fer fram við fyrilestrum og orðaskifti, tekstlestri og tekstgreining, framløgum v.m. Lestrarlisti Barthes, Roland “Forfatterens død” í: Forfatterens død og andre essays. (1968) Gyldendal, Kph. 2004, s. 174-183. Beardsley og Wimsatt “Det intentionala felslutet”í Entzenberg og Hansson ritstj.: Modern litteraturteori. Del 1. Studentlitteratur, Lund 1993, s. 115-130. Johansen, Jørgen Dines “Forfatterskab” í: Om litteratur. Metoder og perspektiver. Ritstj. Leif Søndergaard. Systime, Århus 2003, s. 209-29. Jørgensen, John Chr. At læse forfatterskab. En pædagogisk vejledning. Borgen, Kph. 1974, serliga III: Forfatterskabets art, arbejdssituationen og metoden, s. 63-110. Fyri fyrst um ritverkið hjá Jens Paula Heinesen (meira umfatandi bókmentalisti kemur seinni): Marnersdóttir, Malan Hvør av øðrum. Tórsh. 2000. Næs, Katrin “Kom við”. Cand.phil.-høvuðsritgerð, FMD 1990.
Læru- og undirvísingarhættir
Týsdag kl. 9-12, heystið 2005.
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka ella frí heimauppgáva (sí treytir í námsskipan s. 25, 3. reglubrot).
Ábyrgd
Malan Marnersdóttir