1844.05 - Týðingarfrøði


Skeiðsnummar
1844.05
Heiti
Týðingarfrøði
ECTS
5
Endamál
Endamálið er, at næmingarnir fáa innlit í tey serligu eyðkennini hjá týðingum, serlig viðurskifti og fyritreytir, sum tær hava í mun til tekstir, sum ikki eru týðingar.
Innihald
Skeiðið er inngangsskeið, sum varpar ljós á bókmentatýðing í Føroyum, føroyska týðingarsøgu, støðuna hjá týðingum í bókmentasøguni og í praksis. Røtt verður um ástøðilig sjónarhorn í týðingarfrøði. Endamálið er, at næmingarnir fáa innlit í tey serligu eyðkennini hjá týðingum, serlig viðurskifti og fyritreytir, sum tær hava í mun til tekstir, sum ikki eru týðingar. ROYND: Bundin ella frí heimauppgáva. Bundin uppgáva: Lærarin orðar evnið. Næmingurin hevur 3 vikur at skriva uppgávuna, uml. 10 síður). Frí heimauppgáva: Næmingurin velur sær evni, sum lærarin góðkennir. Uppgávan skal vera 10-15 síður). Munur á B.A.- og M.A.-uppgávum kemur fyrst og fremst fram í, at viðgerðin á M.A. er á hægri stigi. Harumframt krevst størri nøgd av ástøðiligum bókmentum á M.A. BA.-stig: uppgivnu bókmentirnar eru 1 vísindaverk og 3 bókmentaverk. M.A.-stig: uppgivnu bókmentirnar eru 1½ vísindaverk og 3 bókmentaverk. Skrá: (verður nærri útgreinað, tá ið skeiðið nærkast) Tý. 21.03, 9-12: Inngangur. Hvat er týðingarfrøði? Týðingarástøði. Bíbliutýðing. Gestalærari: Elsa Funding, cand.teol. & cand.phil. Tý. 28.03, 9-12: Týðingarsøga. Tý. 04.04, 9-12: Týðingar og støða teirra í mentanini. Hó. 20.04, 9-12: Týðingar og støða teirra í bókmentasøguni. Ítøkiligt arbeiði við týðing. Hó. 27.04, 9-12: Ítøkiligt arbeiði við týðing. Ley.29.04, 15: Seminar. Ítøkiligt arbeiði við týðing. Uppgávumøguleikar. Tý. 02.05, 9-12: Samanumtøka. Uppgávuleiðbeining. Bókmentaskrá Bassness, Susan og Harish Trivedi (ritstj.). 1998. Postcolonial Translation. Routledge. Kemur á bókasavn FMD. Gauti Kristmansson. 2002. “Þýðingar meðal smáþjóða” s. 37-43, Frændafundur 4, Smátjóðamentan í altjóðasamfelagi. Føroya Fróðskaparfelag. Tórshavn. Hagström, Björnn.1991. “Barbara på färöiska – kring en översättning” s. 335-353, Átta greinir um føroyskt mál. Emil Thomsen. Tórshavn. Høverstad, Torstein Bugge. 2002. “Å oversette et fenomen” s. 59-69, Litteratur for barn og unge. Årboka. Det Norske Samlaget/Norsk barnebokinstitutt. Jacobsen, Elin Súsanna. 1990. “At týða til føroyskt” s. 25-33, Bókin undir lesiglasið. Føroya Landsbókasavn. Jakobsen, Jakob. 1957. “Nogle Ord om Færøsk, samt et Forslag til en ny Færøsk Retskrivning” s. 23-42, Greinir og ritgerðir, P/f H. N. Jacobsens Bókahandil. Næs, Katrin. 1994. “Um at týða fagrar bókmentir” s. 67-70, Sýnisstubbar. Greinasavn. Málting/Sprotin. Poulsen, Jóhan Hendrik W. 2004. “Um at týða til føroyskt” s. 417-424, Mál í mæti. Føroya Fróðskaparfelag. Tórshavn. Sigurðardóttir, Turið. Brot úr føroyskari týðingarsøgu. Handrit. Sigurðardóttir, Turið. 2004. “Robinson Kruso á føroyskum: Mentan og politikkur” s. 32-71, Bókmentasøgur, Føroya Fróðskaparfelag. Sigurðardóttir, Turið. 2004. “Tríggjar týskar týðingar Janusar”, s. 145-175, Bókmentasøgur, Føroya Fróðskaparfelag. Sigurðardóttir, Turið. 2005. “Týska týðingin av Lucas Debes frá 1757 útafturgivin” s. 218-220, Varðin 72 bd. Sigurðardóttir, Turið. 2005. “Týðing sum byrjan. Brotpetti av føroyskari bókmentasøgu” s. 212-217, Eyðvinur. Heiðursrit til Eyðun Andreassen. Ritstj. Malan Marnersdóttir, Jens Cramer, Anfinnur Johansen. Føroya Fróðskaparfelag. Sigurðardóttir, Turið. 2005. “Yrkingar gjøgnum 2500 ár. Alexandur Kristiansen: Ariel, 66 týðingar” s. 211-217, Varðin 72 bd. Skemmuni, Jákup í. 2002. “Týðing sum mentanarvirksemi” s. 45-51, Frændafundur 4, Smátjóðamentan í altjóðasamfelagi. Føroya Fróðskaparfelag. Tórshavn. Venuti, Lawrence: The Translation Studies Reader.Routledge Kemur á bókasavn FMD.
Læru- og undirvísingarhættir
21.03. – 02.05.2006
Próvtøkuháttur
Bundin ella frí heimauppgáva.
Ábyrgd
Turið Sigurðardóttir