1846.06 - Eddukvæði


Skeiðsnummar
1846.06
Heiti
Eddukvæði
ECTS
10
Endamál
At geva studentunum kunnleika um eddukvæði og at viðgera m.a. aldur, uppruna, varðveitslu, stíl og ørindislag.
Innihald
Eddukvæði er norrønur skaldskapur um gudar og sagnhetjur. Heitið edda er av ókendum uppruna. Fleiri upprunafrøðiligar frágreiðingar eru skotnar upp, men eingin er heilt nøktandi. Í miðøld varð orðið nýtt um lærubókina í skaldskaparfrøði eftir Snorra Sturluson (Snorra-Edda, o.u. 1225), men í 17. øld møsnaðu íslendskir hugvísindamenn um eina eldri Eddu, sum teir kannaðu Sæmundi fróða Sigfússyni (1056-1133), og tá ið tann íslendski biskupurin Brynjolvur Sveinsson í 1643 fekk hendur á einum gomlum handriti við guda- og hetjukvæðum, helt hann, at tað var sjálv Sæmundar-Edda. Sjálvt eftir at tað vísti seg, at hetta var ein misskiljing, hevur Eddu-navnið fingið hevd fyri tað slagið av skaldskapi, sum er í hesum handriti, sum í 1662 kom á Kongl. Bókasavnið í Keypmannahavn – tí navnið Codex Regius ella Konungsbók – og sum verður tíðarfest til seinnu helvt av 13. øld. Meginparturin av eddukvæðum, 29 í tali, er varðveittur í hesum handriti, sum síðan 1971 hevur verið á Stofnun Árna Magnússonar í Íslandi. Nøkur eddukvæði, eini 10 í tali, eru varðveitt í øðrum, yngri handritum. Í hesum lestrarevni verða m.a. hesir tættir viðgjørdir: - Aldur og uppruni - Varðveitsla - Stílur: heiti og kenningar - Ørindislag: fornyrðislag, ljóðaháttur og málaháttur Teir báðir høvuðsbólkarnir, guda- og hetjukvæðini, eru skildir sundur í Konungsbók, við tað at gudakvæðini byrja við tí langa kvæðinum Vøluspá, um heimsins skapan, menning, undirgang og endurreisn. Síðan koma Hávamál, sum eru samansett úr yrkingum og yrkingabrotum av ymiskum slag, og sum kunnu býtast sundur í eini 6-7 partar. Høvuðsparturin, tann fyrsti, eru ráð og reglur fyri lívi og atburðum manna. Bæði í Vøluspá og Hávamálum hevur Óðin ein stóran leiklut, og tað eru fleiri gudakvæði um hann enn um nakran annan gud. Vit gjølllesa Vøluspá og partar av Hávamálum og kanska okkurt annað styttri gudakvæði, um tíð verður til tess. Eftir gudakvæðini koma hetjukvæðini, sum flestøll hava røtur í suðurgermonskum hetjusøgum, sum tíðliga bórust til Norðurlond í bundnum og óbundnum máli, men í hesum lestrarevni verður lítið gjørt við tey, og einki hetjukvæði verður lisið. Tað er ómetaliga nógv skrivað um eddukvæðini. Fyri lestrarbyrjan verður mælt til at hava lisið greinirnar “eddukvæði” í bókini Hugtøk í bókmentafrøði eftir Turið Sigurðardóttir og “Eddadiktning” í Kulturhistorisk leksikon for nordisk middelalder, bd. III. Síðst í hesum báðum greinum er víst til fleiri aðrar bókmentir. Gott yvirlit fæst eisini í bókini “Norsk litteratur i tusen år”, bls. 52-68.
Læru- og undirvísingarhættir
Hósdag kl. 9-12, heystið 2006.
Próvtøkuháttur
Skrivlig roynd í 6 tímar.
Ábyrgd
Anfinnur Johansen