1851.06 - Kvæðauppskriftir hjá Sjóvarbóndanum


Skeiðsnummar
1851.06
Heiti
Kvæðauppskriftir hjá Sjóvarbóndanum
ECTS
10
Endamál
Studenturin fær kunnleika til kvæðahandrit eftir Sjóvarbóndan, sum verða lisin og viðgjørd m.a. sum týðandi heimild um føroyskt bygdarmál.
Innihald
Eftir Jens Chr. Djurhuus, bónda við Sjógv í Kollafirði, finnast handrit við uppskriftum av kvæðum sum hann sjálvur hevur yrkt. Handritini innihalda uppskriftir av Sigmundskvæði, Leivskvæði, Orminum langa og Púkaljómum. Hesar uppskriftir eru eldri enn rættskrivingin hjá Hammershaimb, og stavsetingin í teimum byggir tí á bygdamálið hjá skrivaranum. Uppskriftirnar eru tí ein týðandi heimild um føroyskt bygdamál. Men tær eru eisini dømi um málformin í royndunum ið gjørdar vórðu eftir 1800 at føra kvæðaskaldskapin víðari. Úr hesum sjónarhornum verða tekstirnir lisnir og viðgjørdir. Tekstirnir verða lisnir í stavrættari avskrift (diplomatariskt), og partvíst verður eisini høvi til at lesa teir í ljósprentaðum líki (faksimile). Í gjøgnumgongdini verður mestur dentur lagdur á stavseting (ortografi), ljóðskipan (fonologi), formskipan (morfologi) og orðfeingi, men eisini ber til at koma inn á syntaktisk viðurskiftir. Og málformurin verður settur inn í bygdamálshøpi.
Læru- og undirvísingarhættir
3 tímar um vikuna várhálvuna 2007.
Próvtøkuháttur
Skrivlig roynd í 6 tímar.
Ábyrgd
Eivind Weyhe