1405.13 - Tvímæli (MA)
Skeiðsnummar
1405.13
Heiti
Tvímæli (MA)
ECTS
10
Fortreytir
Studenturin skal hava lokið BA-nám í føroyskum.
Endamál
At geva tær innlit og evni til kritiskt at arbeiða við tvímæli. Tú skalt skilja vísindatekstir um evnið og duga at arbeiða við tvímálsdata.
Innihald
Dentur verður lagdur á tvímæli alment og tvímæli í Føroyum. Tú fert at lesa um tvímæli í samfelagnum og tvímæli hjá tí einstaka.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvíst verður 3 tímar um vikuna í eina hálvu. Undirvísingin verður fyrilestrar og framløgur hjá tí lesandi; arbeiði við upptøkum og bólkaarbeiði. Spurningar verða settir til tekstirnar, og verður tosað um teir.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er liðugt, skalt tú vera før/ur fyri at:
• Lýsa ta føroysku tvímælisstøðuna og meta um hana
• Nýta frøðimálið, sum hoyrir til evnið
• Arbeiða við máldata og meta um ástøði og háttalag, sum hava samband við evnið
• Greiða frá, hvat hendir, tá ið tvær mállærur eru virknar, og hvat úrslitið av eini málamótsstøðu er
• Tosa um tvímæli við hóskandi málburði
• Arbeiða sjálvstøðugt og at halda evstamørk
• Leita fram tilfar um evnið og kritiskt skifta orð um tað.
Próvtøkuháttur
Próvtøkan: Tú skalt skriva eina bundna 3 viku heimauppgávu (15-25 bls.) um eina upptøku, sum er á føroyskum-donskum. Upptøkuna fært tú útflýggjaða frá ábyrgdarlærara.
Møgulig endurpróvtøka er munnlig roynd í 30 minuttir við 30 minuttum í fyrireikingartíð.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Lestrarlisti
Bøkur:
Myers-Scotton, C. 2006. Multiple Voices. An Introduction to Bilingualism. Blackwell. Oxford.
Petersen, H. P. 2010. The Dynamics of Faroese-Danish Language Contact. Winter. Heidelberg.
Umfram tað, verða ymiskar greinar lisnar. Pensum er uml. 1000 normalsíður.
Ábyrgd
Hjalmar Páll Petersen