1853.07 - Kvinnur og kvæði


Skeiðsnummar
1853.07
Heiti
Kvinnur og kvæði
ECTS
10
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at lýsa og viðgera tey kvæði, sum konufólk hava kvøðið fyri innsavnarum í 19. øld.
Innihald
Lisið verður um leiklutin hjá konufólkið í varðveitsluni, menningini og innsavningini av skaldskapi av manna munni í Norðurlondum og aðrastaðni. Gingið verður gjøgnum kvæðini hjá heimildarkonunum, sum standa í heimildarlistanum í Føroya kvæði bd. 7. Til samanburðar verða kvæði hjá nøkrum heimildarmonnum lýst. Ástøði um kyn og skaldskap av mannamunni verða lisin og umrødd. Ætlanin er at studentarnir í flokkinum fara gjøgnum repertoirini hjá konunum. Ein arbeiðsspurn¬ingur kundi verið, um konufólk vóru informantar við serligum sløgum av kvæðum, ella um tey kvóðu somu kvæði fyri savnarunum sum menninir. Repertoirini verða býtt millum studentarnar, sum viðgera tey saman í bólki ella hvør sær við atliti at kvæðaeyðkennum, samanseting í kvæðunum, gongd og søgum, sum kvæðini byggja á.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin verður skipað við floksundirvísing og fyrilestrum, men ein týðandi partur verður studentaarbeiði, t.e. studentarnir leggja fram so hvørt við skriv¬ligum stuðulstilfari um samanseting¬ina av kvæðum hjá einstøku heimildarfólkunum.
Próvtøkuháttur
Bundin heimauppgáva (3 vikur) ella skrivlig roynd í 6 tímar.