1856.07 - Bókmentalig kortlegging - bókmentir og postkolonialisma


Skeiðsnummar
1856.07
Heiti
Bókmentalig kortlegging - bókmentir og postkolonialisma
ECTS
5
Endamál
Ætlanin við skeiðinum er at kanna, hvussu skaldskapur so at siga ognartekur lond, og hvussu tað er farið fram í Norðurlondum, Føroyum og øðrum hjálondum. Í føroyskum høpi fer tað fyrst av øllum fram í fosturlandsyrking og landafrøðiligari yrking – eitt nú “Lítið yvir føroyaland” eftir H. A. Djurhuus.
Innihald
Lisnar verða føroyskar, danskar, grønlendskar og aðrar bókmentir, sum eru partar í hesi mentalu ognartøkuni. Í nýggjari tíð er spurnartekin sett við hesar hugmyndir og lisin verða dømi um slíka avbyggjandi yrking. Ástøðiligi karmurin er post-kolonialar bókmentarannsóknir víða um heim.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin umfatar studentaframløgur, læraraframløgur og gestalæraravitjan umframt støðugt orðaskifti um tekstir og ritgerðir.
Próvtøkuháttur
Skrivlig roynd í 4 tímar ella bundin heimauppgáva.