1857.07 - Orðabókarfrøði og yrkisorðafrøði


Skeiðsnummar
1857.07
Heiti
Orðabókarfrøði og yrkisorðafrøði
ECTS
10
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at geva innleiðslu í frøðigreinirnar orðabókarfrøði og yrkisorðafrøði
Innihald
Ástøðiliga eru hesar greinir ymiskar, tí at endamálið við teimum er ymiskt, men í føroyskum samanhangi hevur ikki verið gjørdur so stórur munur á teimum. Roynt verður at viðgera tað, sum eyðkennir hesar frøðigreinirnar, og at síggja føroyska orðabókarfrøði og yrkisorðafrøði í hesum ástøðiliga ljósi.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar og næmingaframløgur
Próvtøkuháttur
Skrivlig roynd í 6 tímar.