1858.07 - Staðanøvn


Skeiðsnummar
1858.07
Heiti
Staðanøvn
ECTS
10
Endamál
Kunnað verður um staðanøvn og staðanavnagransking í næstu grannalondunum, men mesti denturin verður lagdur á føroysk staðanøvn og føroyska staðanavnagransking.
Innihald
Sum ástøðilig grundbók verður brúkt Vibeke Christensen (Dalberg) og John Kousgård Sørensen: Stednavneforskning 1-2 (København 1972-79), sum studenturin verður biðin um at ogna sær. Harumframt verða lisnar greinir ið viðgera staðanavnagransking sum heild ella ymsar tættir innan staðanavnagransking og greinir ið viðgera einstøk staðanøvn.
Læru- og undirvísingarhættir
Í undirvísingini lærir studenturin grundleggjandi hugtøk innan staðanavnafrøði. Hugtakið sernavn (proprium) verður lýst, og tá serliga staðanavn. Greitt verður frá staðanavnakeldum, innsavning, flokking og staðanavnatolking. Komið verður inn á hvørja funktión staðanøvn hava havt og hava, eins og spurningar sum hvat staðanøvnini siga okkum, og hvat staðanavnafrøðin kann brúkast til, harundir tilknýti ella samband hennara við aðrar frøðigreinir.
Próvtøkuháttur
Skrivlig roynd í 6 tímar ella frí heimauppgáva.