1859.07 - Samansett kvæði


Skeiðsnummar
1859.07
Heiti
Samansett kvæði
ECTS
10
Endamál
Viðgjørd verða fyrst og fremst Sniolvs tættir, Sjúrðar kvæði og Ívint Herintsson. Søgurnar skula greinast og samanberingar gerast við somu søgur í kvæðum og prosa í norrønum, norðurlendskum og øðrum versiónum.
Innihald
Evni á skeiðinum er summi av teimum drúgvu samansettu kappakvæðunum m.a. Sjúrðar kvæði, Sniolvs tættir, Ívint Herintsson og møguliga onnur. Arbeitt verður við kompositión og søgugongd undir munnligum frásøgutreytum, og borið verður saman somu søguevni undir øðrum frásøgutreytum. Arbeitt verður við persónslýsingum, tema, konfliktevnum, hugmyndafrøði, leiklutum og søguumhvørvi. Aðrir spurningar at seta er m.a. um nýyrking mótvegis kompilatión av kendum tilfari, og kjakast verður um meining og støði í mentanarligum jørðildi.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, studentaframløgur og bólkaarbeiði.
Próvtøkuháttur
Frí heimauppgáva ella skrivlig roynd í 6 tímar.