1864.08 - Staðanøvn og funktión


Skeiðsnummar
1864.08
Heiti
Staðanøvn og funktión
ECTS
10
Endamál
At geva studentinum ástøðiligt innlit í og kunnleika um staðanøvn og teirra funktión.
Innihald
Hví fáa t.d. hús, steinar og jørð navn? Lýstur verður við støði í nýggjari og eldri tilfari tann tørvur, vit hava, at geva fyribrigdum í umhvørvi okkara navn. Hugt verður at staðanøvnum og teirra funktión, báði fyrr og nú á døgum. Serligur dentur verður lagdur á føroyskt staðanavnatilfar og staðanavnagransking, men kunnað verður eisini um navnatilfar og granskingarúrslit úr okkara grannalondum.
Læru- og undirvísingarhættir
3 tímar um vikuna í 1 lestrarhálvu. Undirvísingin verður skipað sum fyrilestrar og næmingaframløgur.
Próvtøkuháttur
Skrivlig roynd í 6 tímar við uttanhýsispróvdøming.
Lestrarlisti
Bókmentir: Vibeke Christensen (Dalberg) og John Kousgård Sørensen: Stednavneforskning 1-2. København 1972-79. Umframt greinir, ið viðgera ymsar tættir innan staðanavnagransking og staðanøvn.
Ábyrgd
Kristin Marjun Magnussen