1865.08 - Ástøði og greining av tekstum um kyn


Skeiðsnummar
1865.08
Heiti
Ástøði og greining av tekstum um kyn
ECTS
10
Endamál
Duga at lesa ástøði og nýta tey í greining av tekstum.
Innihald
Seinastu árini hava samfelags- og søgufrøðingar sæð nyttu og tørv í at brúka greiningaramboð hjá bókmentafrøðingum fyri at greina samfelagsskaptan veruleika, eitt nú við serligari lesing av tekstum. Í staðin fyri at taka sum givið, at málið endurspeglar veruleikan, ið tað vísir til, verða tekstir lisnir við tí í hyggju at greina, hvussu orð og tekstir skapa týdning av veruleikanum, og hvønn týdning hetta hevur m.a. fyri hvørjar politiskar avgerðir verða tiknar. Eitt dømi er hugburður til kyn. Kyn er sum kunnugt ikki bara viðføtt, tað er eisini skapað í livandi samskiftinum í familju, samfelag, skúla, trúarlívi, mentan o.s.fr. Tosað verður um, at kyn er konstruerað, er sosialar konstruktiónir og at kyn verður til í stillandi orðaskifti á nógvum ymsum pallum og í ymsum miðlum. Hetta skeiðið er eitt samstarv millum Føroyamálsdeildina og Søgu- og samfelagsdeildina, ein bókmentafrøðingur, ein søgufrøðingur og ein stjórnmálafrøðingur hava undirvísingina um hendi. Lisin verða ymisk ástøði um kyn og um tann týdning kyn hevur í mentan og samfelag, m.a. um hugsanir um kyn hjá Simone de Beauvoir, Toril Moi, Judith Butler, Nancy Fraser, Yvonne Hirdman og Pierre Bourdieu. Skeiðið fer serliga at nýta greiningartøkni hjá Bourdieu. Lesandi í bókmentafrøði fara í dýpdina í tekstum av kvæðum, skaldsøgum og yrkingum, og lesandi í søgu og stjórnmálafrøði greina eldri og nýggjari tekstir, sum politikarar og fólk frá almennari fyrisiting hava skrivað, sum lýsa hugburð til kyn í Føroyum.
Læru- og undirvísingarhættir
3 tímar um vikuna í 1 lestrarhálvu. Undirvísingin verður skipað sum fyrilestrar, studentaframløgur og orðaskifti.
Próvtøkuháttur
Studentar á FMD: skrivlig roynd í 6 tímar ella bundin heimauppgáva. Studentar á SSD: skrivlig roynd í 6 tímar ella bundin heimauppgáva. Uttanseturs próvdøming eftir 13-tals stiganum.
Ábyrgd
Malan Marnersdóttir