1866.08 - Munnborin kvæðaskaldskapur


Skeiðsnummar
1866.08
Heiti
Munnborin kvæðaskaldskapur
ECTS
20
Endamál
At greina og skilja ta gomlu kvæðayrkingina eftir sínum munnligu fortreytum.
Innihald
Kvæðini sum eitt serligt slag av skaldskapi. Arbeitt verður m.a. við kompilatión, strukturi, formlum og myndamáli. Spurningarnir, ið skulu viðgerast eru, hvussu søgan verður søgd, hvussu tey mongu ørindini eru skipað, hvussu søgupartarnir laga seg í tí longu heildini, hvussu endurtøkurnar eru partar av tí munnliga skapanarverkinum og hvørjar merkingar eru í myndamálinum. Kjakið um originalitet ella siðbundna endurtøku í yrkingini verður umrøtt. Undir øllum hesum liggur hin serstaki samskiftishátturin í kvøðing og dansi, har luturin hjá skiparanum og yrkjaranum skal viðgerast.
Læru- og undirvísingarhættir
3 tímar um vikuna í 2 lestrarhálvur. Skeiðið verður skipað við fyrilestrum og aktivari luttøku av studentunum við greiningum og framløgum.
Próvtøkuháttur
Frí ella bundin heimauppgáva.
Ábyrgd
Eyðun Andreasen