1871.09 - Greining av leikbókmentum


Skeiðsnummar
1871.09
Heiti
Greining av leikbókmentum
ECTS
5
Endamál
At geva studentunum innlit í meginrákini innan leikbókmentir og amboð at greina og viðgera bæði siðbundnar og nýggjari leikbókmentir.
Innihald
Evropeisku leikbókmentirnar ganga aftur til klassisku griksku harmleikirnar hjá Ayskylos, Sofokles og Evripides og fyrsta ástøðið um leikbókmentir, sum enn í dag hevur stóra ávirkan á, hvussu dramatiskar framsagnir verða skrivaðar og fataðar, skrivaði Aristoteles longu í 4. øld fyri Krist. Skeiðið verður býtt í tveir meginpartar. Fyrstu 4 undirvísingargongdirnar verða ein innføring í meginrákini í evropeisku leikbókmentunum frá gomlu grikkunum fram til umleið 1950. Verk verða gjøgnumgingin eftir Sofokles, Shakespeare, Ibsen og Brecht. Samstundis verða studentarnir kunnaðir um formligu eyðkennini hjá tí siðbundna leiktekstinum og hættir at greina tey. Seinnu 4 undirvísingargongdirnar fara at snúgva seg um nýggjari norðurlendskar leikbókmentir og gjøgnumgingnir verða leikir úr Danmark, Noreg, Svøríki, Íslandi og Føroyum. Í hesum partinum av skeiðnum verður denturin lagdur á nýggj rák og nýggjar frásagnarhættir í leikbókmentunum og nýggj ástøði, ið miða eftir at skilja og greina hesi rák.
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið fer at miða eftir at geva studentunum høvi at royna greiningaramboðini í verki og dentur verður tí lagdur á aktiva næmingaluttøku. Arbeitt verður við at greina leikverk og arbeiðsformurin verður stuttir lærarafyrilestrar, orðaskifti og næmingaframløgur.
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka (4 tímar) ella frí/bundin heimauppgáva.
Lestrarlisti
Fyrstu 4 undirvísingargongdirnar: Göran Lindström: Att läsa dramatik. (Útseld frá forlagnum, má ljósritast) Sjónleikir og sjónleikabrot eftir: Sofokles, Shakespeare, Ibsen, Strindberg, Brecht. Seinnu 4 undirvísingargongdirnar: Frode Helland og Lisbeth Petersen Wærp: Å lese drama – innføring i teori og analyse. Universitetsforlaget, Oslo 2005. Lisnir verða sjónleikir eftir Jon Vosse (No), Lars Norén (Sv), Ólaf H. Símonarsson (Ís), Astrid Saalbach (Dk) og Jóanes Nielsen. Harumframt verður eitt greinasavn sett saman við viðkomandi greinum um leikbókmentasøgu, leikbókmentagreining og ástøði í hesum sambandi.