1862.08 - Málføri


Skeiðsnummar
1862.08
Heiti
Málføri
ECTS
20
Endamál
Í hesum lestrarevni verður føroysk málvariatión viðgjørd.
Innihald
Lagt verður fyri við at lýsa málvariatión alment, av hvørjum slag hon kann vera og hvat ið treytar hana. Sum grundbók verður her brúkt Chambers & Trudgill: Dialectology (Cambridge Textbooks in Linguistics). Síðan verða - við støði í úrvaldum variablum (brigðlum) - føroyskar dialektir gjøgnumgingnar. Hetta verður í fyrstu syftu gjørt úr nútíðarsjónarhorni, men eisini verður litið aftureftir fyri at fáa tað málsøguliga baksýnið við. Hugt verður at øllum síðum í málskipanini, men mest verður gjørt burtur úr ljóðskipan (fonologi) og bendingarskipan (morfologi), men nert verður eisini við setningaskipan, eins og komið verður inn á mun í orðfeingi (leksikon) og orðalag. Eldri lýsingar av føroyskum máli verða gjøgnumgingnar fyri at vita hvat tær siga um føroyskar dialektir, og hugt verður at royndum sum eru gjørdar at flokka dialektirnar. Sætt úr nútíðar sjónarhorni verður hugt at dialektnýtslu ella dialektalari variatión í almennum høpi, t.d. í fjølmiðlum og skúla, talu mótvegis skrift o.s.fr. Spurningurin um vit hava eitt "ríkisføroyskt" ella eru á veg hagar, verður viðgjørdur. Undirvísing: Arbeitt verður við tekstum og bandupptøkum, men rúm er eisini fyri studentaframløgum, t.d. við støði í egnum eygleiðingum. Í várhálvuni serliga verða tekstir við kvæðauppskriftum gjøgnumgingnir og málformur teirra lýstur.
Læru- og undirvísingarhættir
3 tímar um vikuna í 2 lestrarhálvur.
Próvtøkuháttur
Skrivlig roynd í 8 tímar við uttanhýsispróvdøming.
Ábyrgd
Eivind Weyhe