1863.08 - Samfelagsmálvísindi


Skeiðsnummar
1863.08
Heiti
Samfelagsmálvísindi
ECTS
10
Endamál
Talan er um eitt innleiðsluskeið, har endamálið er at kunna um hesa vísindagrein og at arbeiða við føroyskum í samfelagsligum ljósi.
Innihald
Samfelagsmálvísindi (sociolingvistikkur) eru vísindi um málið sett í samband við samfelagið her og nú. Spurningar, sum verða umrøddir á hesum skeiðinum, eru, hvussu samfelagsstøðan hjá málnýtaranum ávirkar málnýtslu og hugburð hjá hinum einstaka. Dentur lagdur á at lýsa háttaløg og ástøði í samfelagsmálvísindum. Við støði í háttaløgum og ástøði verður spurt, hvat vit kunnu siga um føroyskt í samfelagsmálvísindaligum ljósi. Lyklahugtøk eru málvariatión og málbroytingar.
Læru- og undirvísingarhættir
3 tímar um vikuna í 1 lestrarhálvu. Fyrilestrar og næmingaframløgur.
Próvtøkuháttur
Skrivlig roynd í 6 tímar ella bundin heimauppgáva.
Lestrarlisti
Bókmentir: Grundbókin, ið nýtt verður, er Språkmøte – innføring i sosiolingvistikk (2003) eftir Gunnstein Akselberg, Britt Mæhlum, Unn Røyneland og Helge Sandøy.
Ábyrgd
Jógvan í Lon Jacobsen